Jul 8, 2017

Hervegurin (4)

12. juni gingu vit bara einar 14-16 kilometrar. Inga Rósa bjóðaði morgunbreyð. Henda dagin gingu vit á vegjaðaranum allan dagin, t.e. súkklurutuni á hervegnum. Vit gistu í Thorning, sum á mangan hátt var eitt að mest spennandi staðið. Herbergið er í gomlum skúla, nógv rúm en suite.


 Uttan fyri bygdarsavnið í Thorning stendur Jyden, hann sær bæði stórur og seigur út.
Altartalvan í Thorning kirkju er eftir Sven Havsten Mikkelsen.

Turið fekk jólaljós í eyguni, tá ið hon sá eina ta fyrstu týsku barnabókina á savninum., Deutsche Kinderfreund, Berlin 1858. Í hesum øki vóru nógvir týskir arbeiðarar, kolonisterne.
Á vegnum sóu vit Grathe kirke og Grathe sten, sum er til minnis um ein dyst millum danskar kongar, sum Valdemar stóri vann.

Í Thorning var Sten Steensen Blicher prestur í 7 ár, ein bringumynd av honum stendur við fornminnissavnið, Blicheregnens museum.




13. juni gistu vit í Skelhøje foramlingshus, og 14. juni høvdu vit eina stuuta dagsleið, so vit gjørdu ein avstingara til Dollerup kirke, og ein til Hald ruin, eitt gamalt bispafort. UM trúbótarleitið varð bispur tikin og fongslaður í sínum egna torni. Frálíka vakurt at gnaga í Dollerup bakker og fram við Hald sø. 



Longu klokkan 15.45 vóru vit við Hald hovedgård, eitt fínt herbergi við øllum tí neyðuga. Og her sóu vit fyri eina ferð skyld aðrar vallarar. Sól var henda seinnapart. so vit sótu uttanfyri og nutu tað. Hald hovedgård hevur eina framsýning i einum stórum fjósi um økið har - søguliga og geologist. Har er ein sokallaður natúrskúli.

No comments:

Post a Comment