Oct 27, 2009
Eina brúgv í part
Hvussu nógvar brýr eru um Rættará? Niðri á Landavegnum byggir kommunan eina brúgv, eina alvorliga eina.Mitt ímillum tvær brýr. Bilar skula kunna koyra á henni, ivaleyst møtast á henni við. Fínasta slag....men tað sum eg skilji ikki er, at tað skula vera so nógvar brýr um ánna..nú skula tvey nýggj hús byggjast, javel, men hví kunna tey ikki brúka brýrnar sum eru??? ella gera tær betur- breiðari og so framvegis. Skula kanska tær gomlu lítillátnu burtur? Tvey nýggj hús og ein stór nýggj brúgv. Áin er næstan ósjónlig nú, so nógvar brýr eru,næstan sum at leggja hana undir heilt-akkurát sum Havnará.Hvussu nógvar áir eru í Havn? Hava vit ov nógvar? Hvør er tað sum hevur avgjørt hetta, býráðsmeirilutin ella grundstykkjanevndin, um nakað eitur so?
Skítibýtt dispositión, áin er penari enn brúgvin. Sjálvt um brúgvin er fín og væl gjørd also-einki við tað at gera.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment