Jul 2, 2016

Svínoy 2. juli 2016

Eitt so gott høvi, at fara úr Havnini og minna seg sjálva á, at Føroyar eru annað enn Havnin. Vit báðar Turið løgdu avstað kl. 7 í morgun.

DSC03197

Hátíðarlig móttøka av veitsluklæddum Óla á Eiðini í Svínoy. Tá ið vit komu til bygdar , var morgunmatur boðin okkum, og tað var ein alvorliga góð máltíð, morgunmatarbuffet við øllum.

DSC03201

Hæddarpunktið var túrurin runt í bygdini við føðingardagsbarninum sjálvum sum ferðaleiðara. Føroyingasøgu kennir hann betur enn sín egna buksulumma, og vit sóu týðiliga, hvussu Sigmundur kom – ivaleyst í ringum skørum, tí hann slapp ikki til Gøtu fyri gandi – og kristnaði Svínoyarbjarna, sum sostatt  vart fyrsti maður, sum tók við kristnari trúgv í Føroyum. Tað hendi beinbt her á bakkanum, bygdin lá øll longur heimi, og garðurin hjá Svínoyarbjarna hevur ivaleyst verið her á bakkanum.

DSC03216

DSC03232

Vit hoyrdu eisini um abba Gøtutrónd, sum liggur grivin í Svínoy og um dáran Jákup Sibba, sum ikki var svínoyingur, men frá Norðskála.

Men eisini søguligar hendingar vóru havdar á lofti, sum sluppin Rakul, ið fórst í brimi inni undir landi  ein vetrardag í 1786.

DSC03237DSC03238

Í forkirkjuni í Svínoy stendur Bjarnasteinur

DSC03242

Vit fingu eisini Óla at vísa okkum, hvar JHOD búði ta tíðina, hann búði í Svínoy. Toftirnar eru eftir, og útsýnið hevur hann havt gott.

DSC03224

Veðrið var so stak gott, og blíðskapurin stórur. Ritan hevði nógv at gera í dag, Floksmannadagur í Fugloy og føðingardagur í Svínoy, og so øll hini ferðafólkini. Men hon kom so trúføst tuffandi á Eiði, tá ið eg fór suður aftur miðtúrin.

DSC03246

No comments:

Post a Comment