Jun 5, 2019

..la peste fut notre affaire a tous (..pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum)

Havi í seinastuni lisið fleiri bøkur um sjúkur: heilasvull, pest, depressiómn og alzheimer, og nú lesi eg "Som pesten" eftir Hanne-Vibeke Holst, sum er um heimsumfatandi smittandi pest í okkara tíð.
La Peste  1947
Pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum er eitt sitat úr "La peste". Bókin er um standin í Oran í Algier, tá ið býurin var herjaður av pest, og alt fólkið var í vanda. Vit fylgja læknanum Rieux, sum roynir at hjálpa, har hann kann. Vit fylgja honum í hansara moralsku tvístøðum, tá ið hann roynir at hjálpa fólkinum, sum eru fangað í hesi ræðuligu sjúku.  Tey liva avbyrgd, liva í eksil.
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.

Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Still Alice (2007)
Alice er professari í psykologi+lingvistikki, hon er besti lærarin, besti granskarin, hon minnist allar sínar keldur og øll ástøði. So hendir tað: hon byrjar at gloyma. Hon heldur fyrst, at tað man vera, tí at hon hevur ov nógv um oyruni. Men so fer hon ígjøgnum kanningar og endar við at góðtaka sína støðu. Ein sera syrgilig bók við nágreiniligari lýsing av sjúkuni alzheimers. Alice villist á veg í skúla, goymir telduna í frystiboksini, finnur enntá ikki vesið í sínum egna húsi. Høvundurin er sjálv neurologur og hevur ommu sína sum fyrimynd, og vit mega rokna við, at sjúkugongdin er sera realistiskt lýst. Tann syrgiligasti parturin er, tá ið hon hevur gloymt síni næstu, døturnar og mannin. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.

Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á  familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.

Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.


No comments:

Post a Comment