Jun 28, 2019

Chinua Achebe: Things Fall Apart (1958)

Bókin er um eitt afrikanskt bygdarsamfelag - fleiri bygdir sum hoyra saman - sum dettur sundur, tá ið tey hvítu við sínum trúboðarum og sínum kolonivaldi kíla seg inn í mentan og lív teirra svørtu. Fyrsti partur er um gerandisdagin í bygdini Umuofia. Høvuðspersónurin er Okonkwo, ein virdur, heiðursverdur maður. Hann hevur tríggjar konur og tær búgva í hvør  sínum húsi rundan um hansara hús. Vit síggja teirra siðir, vit síggja brúdleyp og jarðarferð og kappingar. Ikki minst síggja vit teirra trúgv og pátrúgv, ómenniskjaligar siðir og ráan atburð, sum gudarnir krevja av teimum.


Annar partur er um Okwonkosa útisetu, hann drap ein mann av óvart og bleiv burturvístur í 7 ár. Meðan hann er í hesi grannabygd, koma hvítir menn fyrstu ferð hagar. Tað kemur til samanbrestir, men smátt um smátt veksur samkoman hjá "hvíta Kristi", og Okwonko er vónsvikin og illur, at hansara fólk letur seg lumpa av slíkum falslærarum. Ikki allir missionerar eru líka ringir, onkur er siðiligur og vísir virðing og vil práta og læra. Annar er bráður og ráur og vil ikki síggja ella hoyra nakað um afrikanska trúgv og mentan.

Í triðja parti er Okwonko aftur í síni bygd,  men har er sama skilið við missión, og nú síggja vit, at tey hvítu hava ikki bara missión í huganum, tey hava stovnað ein rætt við enskum lógum og hermonnum, tey hava eisini handilsáhugamál. Okwonko er ólukkuligur og illur, verður settur fastur og eyðmýktur. So ger hann sín egna uppreistur, skjýtur ein hermann og tekur síðani lívið av sær.

Frásøguhátturin er   objektiv 3.persónsfrásøgn. Høvundurin var føddur í 1930 og vaks sjálvur upp í stórbýi og í kristnum umhvørvi. Hansara áhugamál var religión og fólksins mentan, og tað sæst væl í hesi søgu, har hann brúkar sagnir og orðafelli. Bókin er ein klassikari og mest lisna afrikanska bókin. Temað hevur alment gildi, tí tað er so menniskjaligt at vilja varðveita ta skipan sum riggar, og sum vit kenna og elska og ræðast broytingar, sum koma.

No comments:

Post a Comment