Apr 24, 2022

SKEIÐ Í LEIKLIST

 



Tað var MÁF, sum skipaði fyri skeiðinum, sum varð hildið á Gjáargarði. Eg og Karin teknaðu okkum, og sum vit kanska væntaðu, vóru vit ellisforsetar. Og eisini vóru tað bara vit báðar og Jón, sum vóru úr Havn hinar 9 vóru úr Klaksvík, Gøtu, Suðuroy  og Runavík. 


Tey bæði, sum hildu skeiðið vóru Jorunn Lullau og Steinar Thorsen. Tey eru norsk, og tað kendist beinanvegin, at tað var ein køn hond, sum leiddi okkum. Tey arbeiða við sjónleiki bæði við vaksnum, eldri og børnum og hava nógvar royndir.

Vit byrjaðu við løttum venjingum, bygdu síðani okkurt improviserað uppí og endaðu so við at spæla smáar leikir.



Sum ein brellbita og dømi, vístu Jorunn og Steinar okkum eitt brot av Romeo og Juliu. Tey greiddu frá arbeiðshátti so hvørt. T.d. sambandi við áskoðarar sum "privat" persónur, sum "frásøgufólk" og í "leikluti". Vit vóru ávikavist Capulet og Montague familjan. Áhugavert at hoyra um interaktivt teatur - hands on, t.e. áskoðari fær eina uppgávu í leikinum, immersion t.e. áskoðari verður tveittur út í tað, fær ikki leiðbeining,  konkret tema t.e. temað verður gjøgnumarbeitt áðrenn leikur byrjar. 

Balkongsenan. Julia er á balkongini og Romeo í runnunum niðanfyri. Hendurnar eru persónarnir. Pallurin er teknaður og kliptur í pappírið.

Venjingar:

1. Finn ein lut her í rúminum, sum tú gert til tín. Hugsavna teg um lutin og greið frá, hví hann er týdningarmikil í tínum lívi. - Fleiri rørandi søgur komu burturúr. Karin greiddi frá, hvussu hugtikin hon var av vatrni í øllum tess formum. Eg hevði valt eitt kertuljós sum mín lut.

2.  Ger eina STILL mynd av hesum tema: a) Órættvísi, b) Einsemi, c) Fá eyga á meg! - Bólkarnir funnu uppá myndir, sum tey vístu í "frystum" myndum. Vit høvdu temað Órættvísi og vit royndu at vísa arbeiðspláss, sum ger kynjamismun.

3.  Set hesa myndina í miðjuna og ger mynd av tí, sum hendir áðrenn og tí, sum hendir aftaná

4. Tak myndarøðina, sum tit gjørdu og ger hana til ein leik, øll skula hava minst eina replikk. Áhoyrararnir skula vera við. - Vit lótu stjóran geva manni lønarhækkan, og kvinnurnar og áskoðararnir (sum vóru ein skúlaflokkur á virkisvitjan) gjørdu mótmælisgongu.

6. Finn eitt stað at krógva teg, ver har í 10-20 sek, funn so eitt nýtt stað.

Eg krógvi meg

7. Finn tað besta fjalistaðið og ver eitt dýr, hugsa um, hvat dýrið ger í holuni, hvussu tað fer inn og út.

8. Arbeiðið 2 og 2. Finni eitt gott stað, gerið ein leik um eitt fólkaslag. Eingi orð. Hvat eta tey, hava tey ritual, dans? - Eg og Dania vóru í inkaríkinum, og vit arbeiddu í veltuni. Áskoðararnir fingu hvøt sítt amboð at arbeiða við. Youtube spældi Bella ciao.

Leygarkvøldið komu øll yvir í Hoygarðin ein túr, eg gjørdi te og bjóðaði karamell, men tey høvdu eisini okkurt gott við sjálvi. So hugnaligt, og eyka stuttligt at Turið og Hallur og børnini knappliga vóru í túninum.

Sunnudagin spældu vit ymsar versiónir av Reyðhettu, eyka stuttligt, at børnini í Hoygarðinum komu at hyggja (tey vóru 7 í tali). Úlvurin í einum leiki lokkaði Reyðhettu at drekka vín, hon fekk kenning. Tá ið vit høvdu spælt 3 ymsar reyðhettur, spældu børnini eina, í teirra leiki lumpaði úlvurin reyðhettu til at fara at spæla eitt nýtt spæl á telefonini, meðan hann rann heim til ommuna og gloypti henni. 

venjing 5: Hugsa um eina mynd frá barndóminum, kanska eitt foto. Bygg myndina upp, tú kanst brúka skeiðsluttatakarar sum statistar.

tvær systrar saman við mostur síni

familjumynd

Karin í Tindhólmi


Eitt sera gevandi vikuskifti, má eg siga.



No comments:

Post a Comment