Apr 20, 2022

Páskir 2022

 Eg fór til Dals langa fríggjadag, við mær komu Magna og Kristina. Tað var hugnaligt og fjálgt at koma inn í Putlhús. Tær settu seg at tekna. Tíverri vóru vit ov seinar til stikkbóltin í skúlatúninum tað kvøldið. Johild er so virkin í felagslívinum, og hon leggur myndir út, so vit fáa fylgt við. Deiligt. Og stikkbóltur varð spældur aftur , og tá vóru Putlhúsbørnini uppií.

tær mála páskaregg

 Leygardagin spældu Magna og Oddbjørg ein stóran part av   degnum, og tað bleiv eisini til eina vitjan á kaffihús á Mølini. Um   kvøldið var filmur og kips v. dypp á slránni. 


 Páskamorgun spurdi Kristina, er tað í dag vit skula í pen klæðir?   Og tá ið tær komu av loftinum, vóru tær so fínar og penar. Men   nú fór Magna í aktión, hon fekk Kristinu at leggja putlispæl,   meðan páskaharan gjørdi síni loyniting. Og píkasjey, tá ið   Kristina kom í køkin, vóru øll páskareggini burtur og bara ein   seðil um, at hon skuldi leita. Og so var eggjaveiða í gongd,   Magna er fínur pedagogur, tá ið hon tímir. 




eggjaveiða

Páskadagur er hátíðardagur, og í ár var eyka hátíðarligt, tí at barnadópur var í Dals kirkju. So festligt. Messudagur var, og tað var hent, at vit fingu skránna í hondina. Og so var tað barnið, og tavadenn bleiv Eyðbjørg, mín gamla vinkona, uppkallað, Eyðbjørg Hergeirsdóttir Nolsøe eitur gentan. Tað var frálíkt at síggja hesi ungu vøkru fólkini fylgja gomlum siðum og skikki í Dals kirkju. Sólfríð hevur lagt hesa myndina á FB, so eg vænti, hon hevur einki ímóti, at eg brúki hana.

Seinnapartin hátíðarhildu tey barnadópin í Eiriksgarði við einum góðum drekkamunni. Øll tey hjá Sjúrði og Eyðbjørg vóru til staðar. Eyðbjørg fortaldi mær, at nú eru ommubørnini 15 í tali, og hon er langomma. Stikk denn.


megin sterk er í tínum gula horni..

Ein stór uppliving er eftir at siga frá: 2. páskadag lokkaði Turið meg við sær og børnunum at ganga úr Húsavík til Skálavíkar. Vit gingu yvir heiðina, eftir vørðunum. Tað er ein lættur túrur, vit brúktu 5 korter, og eg gangi ikki skjótt. Í Skálavík vitjaðu vit minnisvarðan yvir sjólatnar, og ein undrast og virðing vekist í barmi at síggja hesi nøvn og hugsa um hesar lagnur. 11 menn sjólótust 24. feb. 1878 í Suðuroyarfirði.  Má hava verið ein dyggur smeitur fyri bygdina. 



Í Skálavík fóru vit á kaffihús. Har er so hugnaligt og flott, og so er tað eisini sum eitt museum.


Tað vóru tíðir !! :)











No comments:

Post a Comment