Tað eru tvey ár síðani, vit bókaðu pláss á útferð til Lítlu Dímun. Vit fingu at vita, at vit skuldu vera klár at fara hósdag ella leygardag, tá ið veðrið var gott. Men veðrið var ongantíð gott, skeiv ætt, mjørki, vindur...og so korona. Men í dag lukkaðist tað. Vit fingu boð í gjár (28/4), og so máttu vit blaka alt, vit høvdu fyri henda hósdag og fara við Smyrli til Suðuroyar. Vit vóru 8 í ferðalagnum. Veðrið var frálíkt, ikki ein ond. Smyril er eitt deiligt skip, børnini fingu tíðina at ganga við talvi og øðrum.
Alt var sera væl fyriskipað, hvalbingar høvdu stóra manning í eyðkennisbúna, sum var til reiðar at hjálpa og práta allan vegin.
Tyrlutúrurin úr Hvalba tók 5 minuttir, og so vóru vit har á tí legendarisku Lítlu Dímun, har bara seyður og fuglur býr. Fyrst niðan á tað hægsta punktið, síðani á fólkafund. Vit sungu nakrar sangir, og Hamradun sangarin og Uni Debes spældu nakrar sangir.
Røðari var Mercedis, talan var ein hálovan av Føroyalandi og staðfesting av, at vit eiga hetta landið....og so hevur Lítla Dímun fingið brund norðaneftir. Heini Holm skipaði nøkur ørindi úr Brestis kvæði.
Men veðrið tú, tað helt sær allan dagin. Og tá ið vit komu til Hvalbiar aftur, fingu vit góða súpan.
Áðrenn vit fóru aftur á Krambatanga, fóru vit biltúr í Hvalba, bæði á Norðbergseiði og Fiskieiði. Ein so frálíkur dagur, og vit vóru ikki so seint aftur í Havn.
Gott skrivað - ! 💎🙏
ReplyDelete