Hetta er 4. ferð vit gera ein slíkan býartúr, hinir hava verið til Bergen, Edinburgh og Kracow. Hesaferð fóru vit til Antwerpen, og vit vóru 4 og stundum 5.
Frida hevði gjørt eina skrá og reitt okkum sengur, so vit kunnu saktans. Túrurin var 7-12 mai, tó fór Lisa heim 10.mai.
Fyrsta kvøldið ótu vit døgurða saman við familjuni hjá FS, og hon hevði gjørt KETO snaks og Keto døgurða, so tað var ordiliga lekkurt.
Vit eru túr í Brussel |
Í Brussel sóu vit, dómkirkjuna, Sankta Mikal og sankta Gudula kirkjuna. Síðani miðmála á Grote Markt, og tað veit denn, vóru vit hepnar at ganga okkum fram á eina framsýning um og við Fridu Kahlo. Tað var sokallað "immersion" framsýning, t.e. at tú verður fevnd av framsýningini, liggistólar vóru til áskoðararnar, og myndirnar vóru so stórar, at tær rukku um um allan veggin, so fluttu tær seg runt eftir øllum veggjunum - sostatt ikki málningar hennara, men eitt show við myndum av myndum og frágreiðing um hennara lív. Rættiliga áhugavert.
No comments:
Post a Comment