Skúlaárið 2000-2001 var eg í farloyvi úr skúlanum, og um heystið fór eg at ganga til matgerð í kvøldskúlanum. Lærari var Anne Grethe Harlou og disciplinin var heilsugóður matur við tí fyri eyga at lætna. Tá var eg blivin so tjúkk (105 kg.), at gerandisdagurin var strævin av øllum kilounum.
Her eru tvær myndir av mær, sum er tiknar um tað mundið
Vit blivu vigað hvørja viku, og maturin var minus feitt, og nógv grønmeti var til hvørja máltíð. Anne Gretha er sera góður undirvísari, altíð við tí góða orðinum, eisini um vektin ikki vísti tað, sum hon skuldi. Tað vísti seg, at ein vetur munaði ikki, eg fór aftur, datt úti, byrjaði aftur osfr. Eg lætnaði 35 kg til samans.
Men men, hvussu leingi var Eva í Paradísi? Um várið í 2008 vigaði eg aftur umleið 90 kg. Henda myndin er tikin, tá ið Herbert var akkurát føddur.
Tá tók lítla Turið sakina í sínar hendur og fór at gera mær ddv (de danske vægtvogtere) mat, hon var eitt skifti í Føroyum og legði mær lag á, men hevði siðani long distance stuðul , sendi uppskriftir, gjørdi vektkurvur, og eg veit ikki hvat. Og tavadenn, tá lætnaði eg aftur.
DDV rættir, morgunábit, morgunmatur og døgurði:
Nú skriva vit 2012, og enn eina ferð er vektin heilt av noksagt til! Eg vigi umleið 90 kg. Myndin niðanfyri er tikin í juli í ár. Ikki er tað pent!
Og nú skula aðrir bollar í súpanina, aftur hesa ferð er tað ddv prinsippið, sum skal gera tað! Og aftur hesa ferð er tað Turið, sum er móð av at hoyra um míni vánaligu knø, so hon er kokkur. Hon vigar og mátar og ger leskiligar døgurðarættir og dessertir. Seinasta fríggjakvøld var tað ein svisku-kaffi fromasja. Hygg!
Og sunnudagsdøgurðin í gjár var roast beef (170 gr.) , Waldorfsalat við ongum nøtum (300 gr.) og jarðberjakaka omaná. Við slíkum kokki er tað ein stuttleiki at vera upp á A.
Og bloggurin skal hjálpa til, ætli mær hvønn mánadag at skriva, hvussu gongst. So rokni eg við, at tað verður eggjan hjá mær at vita, at fólk fylgir við. So verður størri ósigur, um alt miseydnast. Ella fyri at vera jalig: so verður tað so mikið stuttligari, tá ið eg kann seta eina ‘after’ mynd inn her – maybe tummy tuck and all! Eitt sindur av einum exhibitionisti er mann! Tað er eisini nútíðarrákið – út til almenningin við øllum! Sum í Fit sendingini hjá Elini í Stórustovu. Kanska onkur blogglesari kann fáa íblástur eisini ?
Men nú er MÁNAMORGUN og vektin vísir 88,5 (frá 89,1). Líður meðan skríður!
Hej Bergljót
ReplyDeleteDu er altså fantastisk!
Jeg håber dette her bliver til inspiration for mange andre.
Jeg har ihvertfald tænkt mig at følge med i udviklingen( eller afviklingen) af kilonene.
Held og lykke med det
Kh Anne Lise
Hey Bergljót!
ReplyDeleteKom nærum av tilvild at finna tín blogg.... Eg havi sjálvur lagt kostin um - ikki orsaka av yvirvekt, men av heilsuligum orsøkum. Kom bara at hugsa um hettar hevur tín áhuga
http://www.kostdoktorn.se/ Hann er sera væl kendur og fylgdur í Svøríki. Hann viðmælir LCHF (low carbohydrats - high fat) mátan. Riggar væl hjá mær.
Bara eitt lítið prei Góða eyðnu annars
Vinarliga
Carl August Arge