Sep 13, 2012

Fyrispurningur frá lurtara–ÚF 10.09.12

næstu og nærmastu, kanska og møguliga tá og tá ið
nærmasti/-u næsti/-ar
Orð við sama uppruna er hjáorðið nær, fyrisetingarorðið nær og lýsingarorðið næstur.
Hjáorðið bendist í stigum: nær nærri næst
Og vit kunnu siga: “Hann stóð henni nær” ella “hann stóð henni næst.”
Sum lýsingarorð kenna vit tað t.d. úr orðatakinum: “Hvør er sær sjálvum næstur.”
Hjáorð er t.d. “Hann sigldi ov nær landi.”
Lítil ivi er um, at hetta er danskt árin á føroyskt. Á donskum sigur ein “nærmeste slægtning”/”nærmeste ven” ella “næreste ven”. Vanligt er eisini at leggja navnorðið burturúr og siga “de nærmeste”. Hetta er heilt vanligt á føroyskum eisini, t.d. “í fríkorterinum skulu tey stóru hugsa um tey smáu” – tað er óneyðugt at nevna “børn”, og hevur tað ivaleyst nakað við tað tætta sambandið, ið er millum navnorð og lýsingarorð, tí lýsingarorðið lagar seg til navnorðið í bending, tá ið tað snýr seg um fall og tal.
Lurtarin spyr um “næstu” fyri “nærmastu”, t.v.s. at vit brúka lýsingarorð uttan nakað navnorð, og vit brúka lýsingarorðið “næstur” í veikari bending – “næsti” í eintali og “næstu” í fleirtali. Eg haldi formin “næstu” vera betri føroyskt enn “nærmastu”, men nú havi eg bara tosað um fleirtal. Eintalsformurin “næsti” er eitt sindur øðrvísi. Danskt hevur eisini orðið “næste”, og verður tað bara brúkt í átrúnaðarligum høpi. Á føroyskum havi eg varhuga av, at tað sama ger seg galdandi, t.v.s. “næsti” hoyrir tí kristiliga til, men fleirtalsformurin “næstu” er meir hvønndagsligt.
Er ikki munur á at siga? “Míni næstu er tey úr Stórustovu.”
“Mín næsti er hann í Gomlustovu.”
Skalt tú brúka formin “næsti” í eintali, so slepst illa undan at hava navnorðið við, t.d. hóskar at siga “næsti maður forsetans er...”
012
Næstur/næsti: Hevur við skyldskap, ætt og familju at gera, og vit hava eisini orð sum “næstingar” og “næstrafólk”. Vinir og kenningar sleppa ikki reiðiliga upp í part, um vit skulu fylgja tí í Føroysk orðabók sigur, og man tað vera tí, at teir ikki vera roknaðir so nær sum beinleiðis skyldskapur ella blóðband.
kanska og møguliga:  Bæði orðini eru hjáorð. “Møguliga” er gjørt burturúr lýsingarorðinum “møguligur”.
“Møguliga” er ikki at finna sum leitorð í Føroysku orðabók (1998), men undir “kanska” stendur:
1) við størri og minni sannlíkindum  2) kann vera 3) kann henda 4) møguliga
v.ø.o. tey merkja tað sama og kunnu verða nýtt hvørt um annað. Tað kann væl vera, at “kanska” er skúgvað til viks, men so er bara hjá okkum málbrúkarum at víðka og variera orðanýtsluna.
Eg kann kanska líka siga eitt sindur um orðið “kanska”
Tað kemur frá tí danska “kan-ske” (minst til merkingina “kann henda”/”kann vera”), men danskt hevur eisini “måske”. Kanska “måske” er ráðandi í dagsins donskum, men bæði tvey (kanske og måske) hava tað í felag, at tey stava frá háttarsagnorðum, ávikavist “kunna” og “mega”. Eyðkenni við háttarsagnorðum er, at tey úttrykkja eina áheitan, eitt bann, fyrivarni, ein vilja, møguleika ella førleika, og “kanska” og “møguliga” boða frá onkrari óvissu.
“Kanska” er danskt árin á føroyskt við føroyskari ending –a fyri –e. Ljóðið –e er mitt í munninum og kann fara aftureftir til –a sum á føroyskum, men kann eisini fara frameftir til –i/ –u, og tað er tað á íslendskum. Har eitur tað “kannski”.
tá og tá ið
Tíðareykasetningar byrja við hesum “tá” ella “tá ið” ella “táið”, og teir finna vit við at spyrja “nær”.
Dømi: “Vit fara at keypa (nær?), tá ið tú hevur fingið frí.”
Hetta “ið” stendur so herðingarveikt, at tað lættliga dettur niðurmillum hjá summum, og setningar við “tá” einans verða eisini góðtiknir sambært mállæruni. Onkur hevur kanska fingið at vita: “Skriva so stutt sum gjørligt! Tað er snøggast.” Eg veit ikki, hvat eg skal siga um tað...
Niðurstøðan er altso: Tað er ein spurningur um at dáma “tá” ella “tá ið”. Bæði eru í lagi J
Tað kann vera eitt sindur snilt bara at skriva “tá”, tí so sleppur ein undan villuvandanum við “í”/”íð”, men tað flytur lítið her í verðini, altíð at skáka sær undan...
Vit skulu eisini vita, at summar tíðir er BARA rætt at siga “tá”. Snýr tað seg t.d. um okkurt, ið er hent, kunnu vit siga:
“Í 90-unum, tá kom kreppan, og í summum bygdum minkaði barnatalið øgiligt.”
og um okkurt, ið fer at henda:
“Fara landsins avgjøld upp, tá skalt tú síggja, at onkur gevur ilt av sær.”
Uppískoyti til fyrisetingarnar hjá Bergljót:
“Mamman hjá honum” og “hann breyt armin hjá sær” er ikki serliga gott mál. Í seinna førinum tykist tað, sum viðkomandi situr við arminum í fanginum og brýtur hann.
“góður til fótbólt” – føroyskt er sagnorðamál, og frægari er bara at siga “Hann dugir væl at spæla fótbólt”.

No comments:

Post a Comment