Ein av málbroytingunum , sum vit síggja í dag er, at sagnorð sum fyrr sjálvi stýrdu sínum fallbenda ávirki, nú standa undan fyriseting + ávirki.Dømi: ‘nú geva vit orðið til Ólav/ur’ sum til fyri heilt stuttum altíð var: ‘ nú geva vit Ólavi/uri orðið’...t.e. fyrisetingin ‘til’ er komin inn, fallið er broytt frá hvmf. til hvnf.
Gamalt:
Í gomlum døgum vóru fleiri sagnorð enn í dag, sum tóku beinleiðis ávirki t.d. ríða hesti (á)/ ansa seyði (eftir)/ bíða mín (eftir mær) “situr í brekku Brúsajøkul og bíðar mín har”/ biðja fólk, biðja sær konu (um)...summar av hesum máliskum eru enn til, og í nógvum førum eru báðar konstruktiónirnar til: siga børnum søgu ella siga søgu fyri børnum; Í norrønum síggja vit nógv færri fyrisetingar enn í føroyskum. Sagnorðið stýrir sjálvt sínum ávirki – t.d. sum í hesum dømum úr
Snorra Eddu:
- Óx honum ásmegin -> vaks megin í/hjá honum
- Leita ráðs -> biðja um ráð
- Leita þeim náttstaðar -> leita eftir gisting
- Greip Mjollni þveim hondum -> við báðum/
- Steig fram oðrum foeti -> á/við øðrum fóti
Summi orð fáa ymiskan týdning í hesum skifti:
t.d. heilsa henni – sum fyrr var at kyssa hana/biðja henni góðan dag, men sum nú merkir at bera henni heilsan frá einum øðrum persóni.
Heilsa upp á hana merkir í dag siga góðan dag.
Dagsins málnýtsla
Ein ovurnýtsla av fyrisetingum hómast eisini í okkara dagliga málbrúki, t.d. er nú vanligt at siga : greiða frá um eitt...hann greiddi frá um makrelfiskiskapin fyri teimum -> hann greiddi teimum frá makrelfiskiskapinum. Í grundini er hetta tvær máliskur, ein við frá og ein við um: greiða frá e-m; siga e-t um e-t;
Tað er sum um vit líta ikki sagnorðinum til at stýra navnorðinum, tað má hava eina fyrisetingarhøkju:
- Styrkja
- Hækka
- broyta
- pynta
Sjálv haldi eg at tann styttri formurin er snøggari, færri orð og meiri fjølbroytt málbrúk enn allar fyrisetingarnar rað á rað (eisini skylt við navnorðasjúkuna, sum eisini má brúka fyriseting (stovnanin av kringvarpinum).
Onnur dømi:
Hann hevur brotið armin hjá sær – hann hevur brotið armin (um tað hendir seg at onkur brýtur armin á einum øðrum, so ber til at viðmerkja tað: hann hevur brotið armin á barninum.
Hetta er mamman hjá Vár/hjá mær – Hetta er mamma Vár/mín
Hon er omman hjá mær - Hon er omma mín
- er barnamál, og møguliga ein misskilt roynd at fáa samband við eitt barn?Hann er góður til fótbólt – hann dugir væl at sparka/ spæla fótbólt.
- Týðing ella herming eftir fremmandum miðlum : good at, sum ivaleyst hevur millulmlent í DK á vegnum
“Tvinnar buksur til 700,-“ ella “lán til eina rentu upp á 4%” er heldur ikki serliga góður stílur. Lán fyri rentu man neyvan vera áhugavert hjá nøkrum peningastovni at fáast við.
No comments:
Post a Comment