Hetta er ein viðmerking til kjakið seinastu tíðina um fúl orð. Orðið fúlur (enskt ‘foul’) verður ikki nógv brúkt í dag, fyrr var ofta at hoyra millum børnini: “Oys tú ert fúlur!” og tað var netupp um slíkt orðaval og eisini um ljótar gerðir. At gera ‘ljótt’ er eisini ein máliska. ‘Hava tit nortið við í morgun?* er ein onnur. Tað hevði verið stuttligt at gjørt eitt orðasavn við øllum, sum vit siga um kynslív og kynslimir. Men at kalla dildo ‘eykalim’, sum eg sá á FB, tað haldi eg vera sera skemtiligt og bara skemt. Tey á tjóðpallinum gjørdu eitt savn um kvinnukynsgøgn í samband við leikin ‘Ginusøgur’, tær valdu orðið gina.
Eg haldi at kjakið er um so nógv ymiskt viðvíkjandi máli. Vit hava ymsan stíl, tvey kyn, ymiskan kynsligan hug OG ymsar aldursbólkar, í øllum hesum førum finnast ivaleyst bæði vøkur-poetisk-ónærislig og klinisk orð, men at líkasum taka orðini hjá teimum ungu og gera tey til tað kliniska undirvísingarmálið, haldi eg er púra burturvið. Ungdómurin hevur sítt egna mál og sítt egna samskifti, eg hugsi tey vilja helst vera okkkara uppíblanding fyriuttan. Tað er at undirmeta tey ungu at siga, at tey skilja ikki, vita ikki og fáa ikki tosað.
Sjálvandi skal undirvísingartilfarið í seksuallæru dagførast, tað skal alt undirvísingartilfar. Tað ber eisini til at hava ung sum ráðgevar í ritstjórn, og sjálvandi skal málið vera greitt og skilligt, og sjálvandi skula orð, sum eru niðrandi á einhvønn hátt, lúkast burtur.
Orðini, sum hava verið søgd at vera gomul, røst, láturlig og grov eru bara orð. Tað er hugburðurin hjá teimum sum siga orðini, sum telur. Nógv dømi eru um, at orð eru so misbrúkt, at tey mega tveitast burtur (t.d. brekað), hóast tey eru góð orð. Her í Føroyum eru vit so liberal, at tað ber til at gera orð sjálv/ur, um tú fært fólk at brúka orðið, so er tað eitt orð.
Øll mál hava orð, sum ikki verða brúkt nógv, og sum helst ikki skula brúkast, tí tey eru so ljót, at taka grafitti orð at brúka til neutral orð er eisini burturvið. Vit hava brúk fyri ljótum orðum og grovum, men vit hava eisini brúk fyri neutralum orðum, sum vit kunna siga alment, og har er tað NÁM hevur sína stóru avbjóðing.
Kanska hetta er ikki ein so stórur trupulleiki, sum ein fekk varhugan av í kjakinum.
No comments:
Post a Comment