Havi verið á vísindavøku í dag. Fyrst fór eg í morgun at hyggja at básum, hoyrdi tvær framløgur, eina um sáðgóðsku hjá føroyskum monnum og eina um geologi og seismikktøkni. Sum tað var ein lívgandi uppliving at síggja alt virksemi, sum er í Føroyum. Og fitt av fólki var eisini. Stórt tillukku Annika, nú ert tú nakað moyr eftir at hava stýrt hesum stóra tiltaki í tveir dagar.
So fór eg aftur oman á Skálatrøð klokkan 4, tá vóru tey úr Hoydølum komin at gera royndir, har vóru Brynjálvur, Jógvan Dahl og Henrietta. Rektarin á Fróð setti vøkuna, og Annika Sølvará skar vísindakøkuna. Lív var har saman við Lív Rósu og Shahin og Elly við Baltasari. Hugnaligt at síggja tey.
Kl. 19 fór eg aftur oman, tá var Bjørn Kunoy á skránni við framløgu um, hvørjar reglur eru galdandi tá ið lond eru ósamd um undirgrund og mørk. Og síðani var kvøldseta á skránni. Tíverri var okkurt tøkniligt brek, sum gjørdi , at ORKUinstallatiónin varð seinkað, so eg fór til hús.
No comments:
Post a Comment