Bergljót mín er blá,
hálsurin er hvítur,
súrepli hon bítur,
fepurentan tá.
Og tað verður gott,
tá ið fepur minkar
tá ið krímið linkar,
og tað verður brátt.
----
Bergljót vil skreiða á Landaveg,
bara hon ikki fer at meiða seg,
babba og mamma biðja tí til,
at kavin má fara at hundanm til.
----
Miðlingagentan er løtt sum ein fjøður,
dugir at rokna og siga søgur,
í systkinaflokki hon mittast er,
í summarkjóla hon fittast er.
Trý eru eldri, trý eru yngri,
bert tvey eru lættari, fýra tyngri..
No comments:
Post a Comment