Sep 19, 2012

Grør um gangandi fót

Var á tí árliga føroysktlærarafundinum fyri miðnám á Námi í dag.

Serstakliga hugaligt at hoyra Rannvá Skeel Johannesen, lærara í Eysturskúlanum og Margith Lamhauge, lærara i Hoyvíkar skúla greiða frá eini roynd í 9. flokki við synopsupróvtøku. Eitt nýtt slag av próvtøku, sum gevur næmingunum meiri ábyrgd. við tað at tey skula sjálvi velja tekstir, og krevur sjálvstøðuga framløgu av tilfarinum. Næmingarnir fáa eisini longri fyrireikingartíð. Tær báðar hildu, at bókmentaviðgerðin verður betri bæði í dýpt og breidd, próvtøkuformurin sæst sjálvandi eisini sæst aftur í undirvísingini.

Vit hoyrdu eisini um bøkur, sum skula gevast út bæði tekstasøvn og ástøðibøkur, ljóðaði sera spennandi. Hesa ferð er ætlanin at hava fyrimynd í Noreg, og ástøðisbókin skal bæði hava partar um mál og bókmentir. Norska bókmentasøgan og málsøgan líkjast okkara nakað, í hvussu er í summum og í onkrum tíðarskeiðum.

350afb9d71images

Skúlaportalurin Snar er vorðin rættiliga umfatandi, m.a. eru filmar nú har, sum lærarar kunna nýta í undirvísingini. Saman við filminum fært tú uppgávur og eykatilfar. LES bøkurnar eru eisini tøkar á Snari.

Hevði man havt alt hatta fyri 30 árum síðani…á dú ádú. Sum onkur segði, nú kunna tey hava ein…noksagt, men tað var sagt í skemti. Vit fegnast um, at lærugreinin føroyskt mennist alla tíðina og fær nýtt tilfar alla tíðina.

fde7dc5fad

 

 

 

www.nám.fo > snar

No comments:

Post a Comment