Vit troddu bókastevið norðuri á Oyri í kvøld. Sólrun bjóðaði indonesiska rækjusúpan.
Bókin er 800 síður, og vit hildu allar, at hon var áhugaverd, fleiri høvdu tó kett seg ein part av tíðini. Bókin var liðugt skrivað í 1877, so hon er rættiliga gomul, ein rættilig skaldsøga við nógvum persónum, fleiri familjum. Bara gott, at endiliga hava lisið henda klassikaran.
Anna er tann syrgiliga hetjan, onkur helt kortini, at bókin kundi gott itið okkurt annað, tí Anna doyr, áðrenn bókin er liðug, og fleiri onnur eru líka nógv á pallinum sum hon. Av áhugaverdum evnum kunna nevnast: kvinnukor, deyði, hjúnaband. Samfelagsviðurskifti í Russlandi fyri 150 árum síðani eru eisini lýst.
Umhvørvið í bókini er góðseigarastætt, tey eru rík hava tænarar og barnagentur, og bøndurnir arbeiða jørðina.
Anna verður forelskað, og tað kolllveltir hennara lív, av tí at hon longu er gift, verður hon útstoytt úr samfelagnum, og hon missir sonin. Ein ótrúgv kona hevur eingi rættindi, hinar trúføstu hava heldur ikki rættindi, sum vit kalla rættindi.
Leo Tolstoy dugir sera væl at lýsa ta sálarkvøl, sum er bæði í Karenin og í Onnu, tó má eg viðganga, at hann fekk ikki mína sympati, tann træmaðurin.
No comments:
Post a Comment