Tað var Bergljót M, sum bílegði mær bilett, annars er óvist, um eg hevði fingið upp í lag at farið, hon tók allan lesiringin við sær
Havnar bio var fullsett, tá ið Bárður bjóðaði vælkomin. Í lýsingini stóð, at Bárður fór at hava fyrilestur um listakvinnuna. Tað var ikki. Men kortini fekk hann upp í lag at geva Krøyer viðhald í, at Marie vist ikki mundi hava nakrar serligar listagávur.
Eg visti ikki, at ein slík lagna búði aftanfyri allar málningarnar, sum vit altíð síggja hjá Krøyer. Hvítur sandur, hvítir kjólar, festligir føðingardagar og hundurin. Krøyer var heimskendur og væl fagnaður víða um, men tað var ein prísur fyri viðrákið, og hann rindaði Marie. Birgitte Hjort Sørensen spældi Marie stak væl og Søren Sætter-Lassen spældi eisini sína óunniligu rollu væl.
Ein svakur maður, sum hóreiggjar sær innanveggja, men dugir so væl at krógva tað millum fólk, tá er hann so blíður og týður. Onkusvegna ljóðar hetta so kent. Krøyer var sjúkur maður og fór sera illa við konu og barni, hvørja ferð tørnini komu. M.a. kravdi hann, at dóttirin skuldi spæla rolluna sum hundur, tað var ein sera grípandi sena.
Løgið, nú hava vit akkurát lisið Annu Kareninu, og so líkar teirra lagnur! Forelska seg í einum øðrum, muga fara frá barni, útstoyttar sum svíkjarar – tó sterkar kvinnur. Og løgið eisini, at forfilmurin undan Mariu Krøyer var júst Anna Karenina.
No comments:
Post a Comment