May 29, 2017

Vikuskifti við Gjógv

Tá ið eg kom norður fríggjadagin , var av allarfagrasta veðri. Og har á takinum í HOygarðinum arbeiddi Klæmint full speed, og hann hevði longu fingið nógv frá hondini.
Sum tað er frálíkt, at takið verður skift, so at Hoygarðurin kann vera góður karmur um familjuna í nógv ár afturat.
Nå, eg fór so í hoyggjhúsið at rudda, og har var nógv at taka hondina í. Harra jemini, har lá nógvur viður, teir hildu nokk, at tað var ov gott at blaka burtur, men hvør í iðu verð fer at brúka gamlan við til nakað sum helst? Eg dró niður av loftinum, fjalir, borð og hurðar. Fyrst niður á gólvið, og so í næstu atløgu út um hurðina og í triðju umbering út í tún.

Tríggjar gamlar hurðar við gomlum lyklum, knarvum og soleiðis, Ja, onkur kreativur hugsar, hatta kundi mann brúkt til botð í eini café, ella til hill í einum hipp samtalurúmi, nei nei á vestfallið. Leygardagurin upprann, tað var ælaveður og grátt, men vit fingu morgunmat í skúlanum og fóru so til verka. Eg gekk heim til ta nýggju brúnna og fór síðani oman ígjøgnum ánna, jú har var ymiskt órudd.



 Allastaðni í bygdini bleiv arbeitt, og hvør helt seg til sítt arbeiði. Nógvir handverkarar vóru til dystin fús og mangir handfríðir menn afturat. Ásfinnur hevði ta stóru linsuna við, so hjá honum var klárt at fara til verka

 Á Lítlafløtti hevði Gjómaður eitt stórvewrk fyri. Og stórt er reiggjustativið, dimensiónirnar eru so, at tað fer at halda eina tíð. Ein fragd at síggja menninar arbeiða saman allar. Og amboðini tú! Allir høvdu hvør sína maskinu, men sum sæst her høgrumegin, so dugdu teir eisini at brúka spaka og vøddakraft.

Eftir lokið arbeiði var bálsamkoma niðri í fjøru, lokalur troubadurur, sangblað, sneisabreyð har var alt. Og øltrillibøran var eisini komin, og hann tók eisini kort niðri í fjøru. Og heppin var eg, at alt ruskið hvarv úr túninum og endaði á bálinum. Takk.







Tað var ótrúliga pent veður, og vit sóu hvussu pollamjørkin át meira og meira av Kalsoynni, ein føgur sjón, eitt summarkvøld við strendur júst sum tað, sum Christian Matras yrkir um.










No comments:

Post a Comment