Sera spennandi og fangandi hetta við sambandi millum tekst og mynd. Myndin leggur afturat tekstinum ella myndin sigur sína egnu søgu, teksturin leggur afturat myndini, og sigur sína egnu søgu. Nógv av hesum fólkunum gera jú bæði mynd og tekst, tað er kanska mest vanligt, tá ið talan er um teknirøðir.
Í morgun blivu vit aftur parað til at skapa tekst/mynd, mín makkari var Katrina Clante úr DK. Uppgávan var at gera eina søgu við myndum, og treytir vóru, at hon var sett í eitt umhvørvi, sum var í einum teksti, sum tú fekst har, og at figurarnir vóru so teir, tú hevði við heimanífrá.
Mín figurur er ein vera, sum líkist akkurát einum steini, (hann er fyrrverandi Sinkadusur) men eitur nú NETS, og figururin hjá Katrinu, sum eg brúkti, var eitt lítið barn í flúgvaradrakt við vøttum í bandi – tað sá út sum barnið fleyg. Eg gjørdi so eina søgu og læt Katrinu, og Katrina gjørdi tekningar og læt mær. So setti eg nakrar talubløðrur á, men sum tit síggja, so er søgan søgd púrasta við tekningum.
Aftur ein stuttligur dagur.
No comments:
Post a Comment