Var ein túr her rundanum, m.a. sá eg bispaeikina, sum er umleið 600 ár. mýggjabitar spiltu mær túrin, teir fara inn gjøgnum blusu, sokkar alt. Eg noydddist at verja meg við Helly Hansen jakkanum, men at ganga í regnjakka í hesum góða veðrinum var nokso ókul.
Slíkt gamalt, grovæðrað træ líkist akkurát gróti, føldi meg heilt heima.
Vit eru 22 fólk á skeiðinum, harav 6 menn. Vit tosa bara skandinaviskt, onkur er, sum líka gjarna hevði viljað tosað enskt.
Ein heilt nýggj verð hetta við teknirøðum, ikki visti eg, at tað var sovorðin gróður á tí økinum í Skandinavia. Í gjár hoyrdu vit eina, sum eitur Joanna Hellgren. Hon segði frá sínum arbeiði, hevur búð og arbeitt í Frankaríki og givið út har.
Rakel lesur søgu upp, sum hon hevur skrivað til tekningar hjá Katrine Clante og søgu, sum hon hevur skrivað, og sum K.C hevur myndprýtt aftaná.
Einaferð gav Gud eini klókari konu ein ryggsekk og legði henni eina við, at hon mátti ikki hyggja í hann. Men tað var so nógvur gangur í posanum, at hon fekk ongantíð frið, so hon fór at lúra í hann, og út komu orðini, og tey breiddu seg út og spjaddust runt. (úr lærubók í sámiskum við tekningum hjá Madeleine).
No comments:
Post a Comment