Tað er 5. ferð vit hava summarskúla. Skeið í føroyskum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands. Eins og allar hinar ferðirnar er skúlin á Føroya fólkaháskúla vikuna fyri ólavsøku.
Fleiri børn koma ár undan ári, og ofta hava eldri systkin gingu á skúlanum áður. Í ár eru børnini úr India, Belgia, Noreg og Danmark og Sveis. Nógv av børnunum skilja tað mesta av føroyskum, men summi skilja næstan einki. Vit hava roynt at laga undirvísingina, so at øll skula fáa okkurt burturúr. So er spurningurin, um tey læra nakað. fimm dagar er ikki nógv, men eg haldi, at mann lærir nakað, bæði í tímunum, orð og setningar og í spælinum. Vónandi er so summarskúlin eisini ein inspiratión til at halda fram við arbeiðinum.
Í ár hava vit havt hetta virksemi seinnapartar: svimjing, ríðing, skuggasjónleik og útferð til Hvítanesar.
Men eisini undirvísingin fyrrapartar hevur verið sera livandi og virkin. Tey yngru hava verið í Sandagerði og túr á Tinganesi, og so hava tey spælt blunda og krógva við walkie-talkie, tað havi eg ongantíð sæð fyrr. Tey eldru hava havt bólkaarbeiði og postarenning. Og so hava tey hoyrt søguna um Páll fanga sum framhaldssøgu og verið túr í gomlu Havnini í fótasporum Páls.
Hvønn morgun hava vit sungið morgunsang, og tey hava lært seg fyrsta ørindi av tjóðsanginum.
Summarskúlin hevur eina FB síðu.
No comments:
Post a Comment