Jul 29, 2014

Annfinnur nýggjur stjóri …….mín ólavsøkuaftan 2014

1973609_10152361756402487_5272228346314951943_o

Síggi ikki hesi stórtíðindi á Portalinum, so eg eri fegin um at kunna presentera nýggja háskúlastjóran, Annfinn Heinesen, sum tit síggja her saman við pápa sínum. Smile

….

Í ár vildi eg vera í góðari tíð til setanina, so tá ið Madeleine spurdi beinanveg hon var uppi, um tað var nú, hon skuldi í føroysk klæði, segði eg ja fínt og læt hana í. So kom Magna og læt seg í, og klokkan var ikki meiri enn 11. Herbert segði bara nei, hatta tímdi hann ikki.

P1030066

Men tað skuldi vísa seg at geva álvarsligan baksláttur, tí klokkan 12 vildi Magna úr aftur klæðunum, og so vildi Madeleine eisini úr aftur. Men tá ið vit fóru í býin, sóu vit soleiðis út, og vit vóru í góðari tíð. Á vegnum fóru vit í Leivsgøtu eftir Turið og Eli Sigurð.

P1030073P1030074P1030075P1030076

Vit sóu skrúðgonguna, hoyrdu Ólav Hátún, og so fóru FS og Lisa og Eli S. til kappróður, vit gomlu fóru í listaskálan. Fín framsýning í ár.

P1030080P1030083

Eftir listaskálan fóru vit á háskúlan á fólkafund, har ið Tóra Petersen helt eina fína røðu um fjølbroyttan samleika.

P1030091

P1030088

Síðani vóru stórtíðindi at frætta. Bjørgfinnur kunngjørdi, at nýggi stjórin á Føroya fólkaháskúla eitur Annfinnur Heinesen. Sera spennandi val, ein fjølbroyttur, kreativur, lívligur ungur maður við góðari kjølfestu í føroyskari mentan uttan at vera heimføðisligur. Óført. Aftaná fóru vit upp á gólv, og Óli á Geilini skipaði Leivs kvæði.

Nú fóru vit heim í Leivsgøtu og fingu deiligan nátturða frá Turið systur.

No comments:

Post a Comment