Ivaleyst setir facebook ofta gongd á prát, sum t.d. sást tú á FB, oys nei, eru tit vinir, hvat skrivaði hon, vís mær….men eg hugsi, at tað eisini kann virka øvugt, sum ein samrøðustoppari: hava tit hoyrt at ….ja, sá tað á facebook..stopp. Ella enntá soleiðis, at eg hugsi, hatta tími eg ikki at nevna ella fortelja ella práta um, tí tey hava ivaleyst sæð tað á FB og vita tað sama ella meiri um tað enn eg, og forrestin hava tey sikkurt vitað tað í longri tíð enn eg, tí tey hava nokk fleiri vinir enn eg.
Facebook er ein kappingarneyti á mangan hátt. Kapping um tíð um vinir, um tíðindi um slatur um gølur.
Eg sakni bloggin hjá Kinnu og Inger, Føli meg slepta upp á fjall, eingi ráð um, hvat eg skal síggja ella hoyra á ólavsøku. Tað er ikki tað sama at reika á netinum nú, og bloggurin hjá Jógvan Zachariassen á forsíðuni á Portalinum hevur líkasum eitt heilt annað tema, enn eg leiti eftir.
No comments:
Post a Comment