Vit fingu so ein stuttan túr her á staðnum og sóu bispabústaðin frá miðøld.
Í dag hava vit verið á teknirøðmuseum, tað er Lasse Aaberg, sum hevur eitt stór savn av teknirøðum og leikum – mest Disneyfigurum. Fólkini á skeiðinum eru rættiliga nørdut, nógv av teimum hava givið fleiri bøkur út, og nógv teirra vita nógv um teknirøðir.
Í kvøld hava vit hoyrt ein fyrilestur, Frederik Strømberg frá Serieskolan, tað var sum sørens, at tað finst ein skúli, sum viðgerð teknirøðir burturav? ótrúligt , hann er í Malmø.
Í dag skuldu vit hava eina yndisyrking við, tá ið vit fóru á museum, so fingu vit til uppgáva at skriva/tekna eina tulking.
Óneyðugt at siga, eri eg aldursforseti her, nógv av teimum eru í 30unum og 40unum.
No comments:
Post a Comment