Jun 27, 2016

Evropisk mentanarsøga

Tolkien, Christian Matras, Olivia Levison, Sarah Dunant og George Orwell – hvat hava tey í felag?
Øll vóru við sum próvtøkuevni í evropiskari mentanar søgu á læraraskúlanum fyri lítlari viku síðani. Sum vanligt tveir sera áhugaverdir dagar. Tey hava skrivað eina stóra uppgávu, sum tey skula dýpa og breiðka í eini mu nligari framløgu. Við í próvtøkuni er eisini ein undirvísingargongd til 10. flokk, bæði eitt næmingahefti og eitt lærarahefti. Við í læraraheftinum eru ástøðiligir spurningar og undirvísingarfrymlar.

Stuttligt at síggja,  hvussu væl tey duga at arbeiða. Fantasy er enn á breddanum, bæði Game of Thrones og Hobbin og Skammaradóttirin. Men tvær uppgávur vóru eisini feministiskar og viðgjørdu kvennbókmentir, og tað er gott, vit munna ikki vera komnar so langt, sum vit ofta halda á javnstøðuleið: Sarah Dunant: Venus´ fødsel og Olivia Levison: Indespærret. Tí hvat er “indespærret” , er tað ein sinnisstøða, er tað pengatrot, eru rimarnar veruliga har, ella billa vit okkum tað inn. Sera góð framløga hjá Ninni Hansen.
DSC03156 Framløgan hjá Christu Reynheim um listaverkið The Birth of Venus hjá Botticelli var framúr góð. Har var hvør staklutur viðgjørdur og settur inn í eina tulkingarheild.
DSC03127
Christa legði fram við eldhuga og er sera vitandi.
Hanne Jacobsen hevur undirvíst í hesi lærugrein nú í nøkur ár, og hon verður aftur í eldinum um eitt ár. Hon er ein kapasitet. Miðøld, endurburðarskeið, modernisma you name it, hon jonglerar við øllum og veit alt, ella dugir hon at sláa tað upp – og ikki bara á google. Tvørfaklig tilogongd í einum grundleggjandi evni um Evropa, nú ið vit síggja rembingar, sum skula broyta heimspartin hjá okkum eina ferð enn. Muna tey fara at hava nakra lærugrein, sum líkist hesari á Glasi? Vóni og vóni.

No comments:

Post a Comment