Dec 2, 2012

Ferðabloggur 4 – 2. dec.

 

AROS er listasavnið í Aarhus. Tað er serstakliga flott, har kundi eg gott brúkt ein hálvan dag. Men tíðin var ikki ordiliga til tað, eg var har í trý korter. Munch sýningin kravdi serliga tíðarbilett, tú slapp at vera har í 30 min,. serlig trygdartiltøk vóru eisini.

Aarhhus2 026Tað var fantastiskt at síggja Munch originalar, allar hesar víðagitnu myndirnar, sum tú sært á plakatum og í bókum. Og hansara gomlu myndir eisini, hvussu hann arbeiddi í impressionistiskum og naturalistiskum  stíli, áðrenn hann bleiv ordiliga munchskur. Húsið er eisini flott, takk Hanne sum minti meg á, at har mátti eg fara. Eg var uppi í ælaboganum eisini, tað er nakað fyri seg at sígja býin gjøgnum litað glas.

Aarhhus2 002

Loftið í Aarhus teater

Aarhhus2 009 

Aarhhus2 012 Aarhhus2 010 Aarhus á morgni.

Og so við toki til Kph., og hygg hvør var har!

Aarhhus2 029

No comments:

Post a Comment