Vit hildu siðbundan jólaaftan við dunnu og rísalamangi og pøkkum.
Herligt at sita upp afturá og síggja børnini pakka gávur upp. Tey vóru so glað og nøgd. Og skikkaðu sær so væl alt kvøldið. Lego, rasarabreyt og tann allarbesta gáva hjá Magnu var ein dukka, sum kundi ballast í dýnu og kodda, sum Turið hevur seymað henni til jóla.
Í morgun var Magna trillitúr við dukkuni, ikki talan um, at omma skuldi hjálpa, tvær ferðir Eiriksgt., Grønlandsv., Leivsgt. Eisini ímóti brekkuni vildi Magna tóva sjálv.
Jólaaftansdag vóru vit niðri hjá Fridu, hon bjóðaði kjøt og epli, og fisk og spik.
Babba og abbi hildu eisini, at rasarabreytin var cool.
No comments:
Post a Comment