Dec 3, 2012

Ferðabloggur 5

 

Leygarkvøldið ótu eg og Lisa og Símun á RizRaz, eina rúgvu av grønum og lítið kjøt. So heim í Heibergsgade at hugna okkum framman fyri tí nýggja sjónvarpsskíggjanum.

Sunnumorgun drukku vit øll morgunddrekka saman uttan Bergur, og so fóru vit út at ganga. Nyhavn í jólaklæðum, eitt følv, grann og angi av gøtukøki – tað var bara sum bílagt! Vit gingu fram við sjónum, tað var beista kalt, so vit fóru ikki heilt út til havfrúnna.

Aarhhus 019 Aarhhus 017

Á heimvegnum drukku vit kaffi í Baresso. Tá ið vit komu heim fingu vit danskan morgunmat frá Lars, og nú var bergur eisini við. Og har rey ddv skráin :( , breyð, breyð , livurpostei, øl og snaps aftur við sildini..á nei á nei. Men í dag er mánadagur, og eg havi ikki vektina við. So hesa vikuna má dómadagurin verða týsadag, og eg stúri!

So fór Lisa til arbeiðis, og Sólrun og eg fóru til sjónleikin Fanny og Alexander.

 

Bergmansa filmur riggar væl sum sjónleikur, og tað var stuttligt at síggja summar av sjónvarpsstjørnum á palli – Sofie Gråbøl, Bodil Jørgensen. Ghita Nørby var gamla frú Ekdahl, og hon var brillant og slapp at siga allar teir vísu sentensirnar. Hjúnaband og familja eru temu í leikinum, kvinnuleinkjur og religión. Ein traditionell og haldbar metafora er leikurin í leikinum við sínum rollum og rímum, tey hjá Ekdahl eru jú sjónleikarar og spæla sín leiklur alla tíðina, og tað gera vit øll. Sum vera man, var tann gamla mín identifikatiónspersónur, hon var omman, sum hevði sæð alt fyrr, soleiðis var hennara maður eisini, men hon hevði verið sterk, so hon er sóður stuðul hjá sonarkonunum. Menninir, synir gomlu frú Ekdahl eru veikir, láturligir og eitt sindur fittir. Sum pallurin var flottur, sjónleikarhúsið er eisini heilt nýtt, rekvisiitir komu siglandi inn eftir skinnarum í gólvinum og upp úr gólvinum. Eitt, sum eg serliga varnaðist, var litsymbolikkurin, pallur og klæði vóru symbolskt litt, eitt nú tann grái liturin í bispagarðinum, sum var næstan fysiskt pínufullur.

Aarhhus 054 Aarhhus 029 Aarhhus 034 Aarhhus 049

So var aftur Baresso á skránni, hesa ferð á Trianglen, tí har arbeiðir Lisa, so hon serveraði te fyri okkum.

Keypmannahavn í jólakava.

No comments:

Post a Comment