11 x er tann 2. s, sum eg havi í enskum. Vit lesa í løtuni Arthur Miller: The Crucible. Tey flestur eru væl við, stemningurin er góður, og nógv peika upp og vilja sleppa at siga sína meining.
Eindri, Magnus, Gunnar, Rúni N, Lávus, Rúni D, Tóraldur, Mourits, Hans, Sudarat, Sanna, Sunnvá, Annika, Anna, Elsa Anna, Kristianna, Bergljót, Birita, Anja, Sunniva, Eyðvør, Rósa, Kristina
Í dag var ein serligur dagur, tí at vit høvdu gjørt av, at vit skuldu pynta til jólar. Øll høvdu okkurt við, og eisni teir dreingirnir, sum kanska hildu, at hetta var nakað fjasut, eisini teir endaðu heilt uppi undir loftinum við hjørtum og kúlum. Gunnar var DJ, og fakliga relevantir jólatónar ljómaðu úr telduni.
Og sum tað sæst á myndini, eru tey sera kreativ, Sunnvá var í spraymode, Elsa Anna klipti hjørtu og stjørnur, samarbeiðið var eisini fyrimyndarligt. Leggið serstakliga merki til kúlurnar, sum hanga á grønutalvu við stórum hvítum sloyfum.
Jú vissuliga er ljós at hóma á myrkum vetrardegi
miss you guys!
ReplyDelete