Havi aldrin verið tann stóra jólabaksturvætturin, men kleynur plagi eg altíð at gera. Hans Marius plagdi at baka vaniljukransar, eina slíka rúgvu!
Í ár er tað kleynumenn og, kleynusleta og kleynuskógvur, skógvurin er størri enn sletan, so eg veit ikki ordiliga, tey munna vera úr hvør síni søgu. Gott at vera til!
Turið harafturímóti hevur eina matarílegu, sum er heilt gátufør, í dag er tað reyðkál og kaffiísur við daim á crispy botni og so hevur hon gjørt soðið klárt til dunnusósina.
Stóra Turið og Herbert kanna dagsins kalendaragávu, sum tann klóki jólamaðurin hevur latið verið eitt læruríkt putlispæl við korti og fløggum úr Evropa.
Magna hevur nú pyntað seg at fara í barnadóp, tá ið omma kemur við myndatólinum, ger hon seg til og sigur: siiin!
Eg eri meiri til jólapynt og binding enn mat, og nú er jóltræið klárt! Onkur heldur - nakað lítið kanska? Men tað er akkurát passaligt til Eiriksgøtu. Tað er nú ein serlig sjarma við miniaturum!
No comments:
Post a Comment