Ein deiligur summarhústúrur. Gingu túr, vóru uppi við svimjihylin, vóru á restaurang á Kirkju, vitjaðu skyldfólk, løgdu putlispæl.
Vit vóru Frida S. við familju og eg.
Eg haldi bæði eg og Hanus Súni líkjast til Gjáar.
Stuttligt at síggja Uppistovufólkini, eg plagdi at leiða tvíburðarnar í túninum, tá ið eg var barn.
Í morgun væntaðu vit Rituna klokkan 10, so vit vóru uppi og pakkaðu og vóru klár. So fór eg ein lítlan túr út í tún, hitti har eina konu, sum sigur soleiðis hissini, og nú kemur Ritan ikki til Hattarvíkar, so Símun má yvir á Kirkju eftir rennarunum….whaaattt? Vit noyðast yvir á Kirkju! Koyrast! Ring eftir einum bili ----NOT! Men, sum sangurin sigur so beinrakið “Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil!”….og so kortini, tá ið eg sá súgin við lendingina á Kirkju, var eg fegin, at teir ikki komu á Trøllagjónna, tí har hevði verið nógv verri. Drama!
Men Jóhanna bjargaði okkum, takk Jóhanna fyri koyring og fyri blíðskap!
Men í gjárkvøldið fóru vit út at eta, gingu fyrst ein tíma og trý korter til at koma á matstovuna og so heimaftur við báti – so eksotiskt! og maturin hjá Amaliu í Frammistovu var framúr góður og fær mítt besta viðmæli, vit fingu føroyskan veitsludøgurða og ta serligu íslagkakuna omaná, og tað var ikki dýrt! Um tú hevur verið úti og etið í Havn og aðrastaðni, so er nú stundin komin at fara út at eta á Kirkju! Bið tær borð dagin fyri.

No comments:
Post a Comment