Síðani smurdi eg tríggjar matpakkar til summarskúlabørnini – Louis, Emil og Madeleine og fór oman á Háskúlan. Har blandaði eg saft og skar frukt, so komu børnini í fríkorter at fáa sær.
Eg fór eini ørindi á Býarbókasavnið, eg varnaðist, at eitt stórt ferðamannaskip lá við kei. Eg var væl til passar og hugsaði, at stuttligt er við ferðafólki í Havn. Tá ið eg kom á BBS helt eg , at eg skuldi vera blíð og vísa ferðafólki úr allari verðini, at vit duga fóklkaskikk í Føroyum. Men , men – nógvir útlendingar vóru inni, ja so nógvir at eg fekk ikki sess í kaffihúsinum – men ikki ein hugdi uppúr sínum skíggja. Tey vóru komin inn at nýta netið, tey eru í Føroyum ein dag, ella ein hálvan dag og brúka hann á fartelefonini, uttanfyri stóðu eini fimm í einum trunka og leitaðu eftir neti á telefonini. So er nútíðin.
Siðani fór eg í NLH , har ein ráðstevna er, at lurta eftir Gudlaugsa fyrilestri um føroyskan dans ella songdansleik í norskum skúlaverki. Áhugavert.
So var fyrraparturin farin , og nú bíðar ein líka spennandi seinnapartur.
GLEPS: Hví hongur VÆLKOMIN á Ólavsøku longu ymsastaðni 22.juli?? Tað er sum at byrja at pynta til jólar í oktober!! Kommersialisma!
No comments:
Post a Comment