Apr 6, 2010

Hans Marius farin


Hans Marius er farin.

Eg spurdi einaferð Hans Marius um hansara lívssøgu, bara til stuttleikar, ikki við tí í huga at skriva nakað. Men eg vildi gjarna vita okkurt um mannin, sum eg ikki hitti, fyrr enn hann var 34 ár.

Táið Hans Marius var 14 ár fór hann til skips, hann bleiv konfirmeraður um várið, fór so burtur sama ár við Doseu, sum pápi hansara eisini var við, Dosea var ein slupp úr Sandavági. Trý ár seinni fór hann við Skarvanesi, sum var ein skonnart av Tvøroyri.

Sum ungur arbeiddi HM upp á vegin til Húsavíkar.
Sum ungur arbeiddi HM við, tá ið kirkjan varð bygd.
Í 1963 fór Hans Marius við týskum trolara, nógvir føroyingar vóru við týskum trolarum. Teir komu inn til Føroyar eftir fólki og settu fólkið av aftur í Føroyum. Týskarar vóru besta fólk, sum hann hevði verið ímillum, segði Hans Marius. Hann var við týskarum í eitt ár. Menninir Lutz og Heinz buðu honum til Týsklands, hann skuldi búgva hjá teimum. Hetta varð tó ikki.

Síðani var Hans Marius í Íslandi, Vitus var eisini har, teir róði út í Rivi. Gamla Dóra matskaffaði teimum, og ofta var maturin nokso serstakur. M.a. fingu teir einaferð kálvakjøt, sum var av einum kálvi, sum var nýkálvaður, og tað dámdi teimum ikki.

Síðani var Hans Marius við ymiskum skipum Beinir, Dalbúgvanum. Ofta tá ið vit møttu monnum, sum heilsaðu upp á Hans Marius og eg spurdi, hvussu hann kendi hann ella hann, so svaraði Hans Marius, at teir “høvdu verið saman” , ella at “eg havi verið saman við honum”, sum sjálvandi merkir, at teir vóru við sama skipi. Her sæst, hvussu málið broytist ella merkir ymiskt hjá ymsum.

Hans Marius fór í læru 1.jan 1975 til bilmekanikara, seinni fór hann í Maskinskúla og fekk prógv haðani 1987. Nú ið hann var blivin maskinmeistari, var meiri áhugavert at seta pengar í sítt egið arbeiðspláss. So saman við øðrum dalbingum og sandoyggjafólkum bygdu Putlhúsdreingirnir Stígaklett (1988) og Hádegisklett (1989) á Tórshavnar Skipasmiðju. Trolararnir vóru eitt par og partrolaðu. Tá ið teir blivu seldir í 90ara kreppuni, keyptu dalbingar og aðrir Eysturbúgvan, sum enn er í drift og partrolar við Vesturbúgvanum hjá vestmenningum.

Hans Marius var yrkjari, tiltikin er ketutátturin til Mads og Anne Lise.

No comments:

Post a Comment