Dec 5, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 6

LOYSN 5: Nykurin á Eiði (føroysk søgn) clip_image002

http://snar.fo/sagnir/eidi/nykurin/

Móti kvøldi sá Niko Havnina, ella tað sum hon helt var Havnin, nógv hús, nógv ljós og ein stór kei. Hon sá eisini út í hav, veðrið var frálíkt, mánalýsi og stilt. Niðri við sjógvin sá hon, at ein fótbóltsdystur var í gongd, og hon kendi, at annað liðið var EB-Streymur, hon kendi búnarnar, tí hon og pápi hennara hildu nevniliga við EB-Streymi. Ikki nógv fólk var og hugdi, við annan endan á vøllinum stóðu tveir stórir steinar, ein stórur og tjúkkur og ein meiri klænur. Niko rann oman til vøllin, -Vinna teir í EB Streymi, spurdi hon eina konu. –Noy, ikki í dag, men toyr vunnu í síðstu viku har suðuri í Havn. Har suðuri í Havn? Hvar var hon so? Hon noyddist at spyrja, sjálvt um tað var eitt sindur skammiligt ikki at vita, hvar hon sjálv var. – Tú góða ert á Eiði, segði konan, Havnin er handan vegin suðureftir. Og so yvir um brúnna.

clip_image004

Niko hugdi rundan um seg, hon hopaði, at eingin hevði hoyrt, at hon visti ikki , hvar hon var. Nú sá hon, at báðir teir stóru steinarnir stóðu ikki longur við vøllin, teir vóru fluttir eitt fitt petti. Hetta var løgið, Niko fór beinanvegin yvir til steinarnar at kanna málið. Nú hoyrdi hon okkurt, tað ljóðaði, sum steinarnir snakkaðu, -Tann stóri segði –Tað ber ikki til at hyggja at fótbólti nú, vit verða ov sein til at gera ørindini, nú er longu seint. Hin langi klæni steinurin svaraði –Nei,nei, vit skunda okkum bara, eg skal klúgva upp, so togar tú, OK? Og Niko mundi verið púra býtt, tá ið hon hoyrdi steinin svara á íslendskum, “já elskan.” Niko skilti eitt sindur av íslendskum, tí at hon hevði nevniliga eina gummu, sum búði í Íslandi, og hon plagdi ofta at kalla Niko “elskan”. Um eina stund vóru steinarnir komnir heilt oman í sjóvarmálan, løgið hugsaði Niko, akkurát sum hesturin, alt sum eg síggi fer útí, munnu steinarnir duga at svimja?

Dec 4, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 5

LOYSN 4 : Ólavur Riddararós (náttúrukvæði)

Niko helt seg minnast frá landalæruni, at Havnin lá norðast á Eysturoy, so hon fór treystliga at

ganga norðureftir. Men tað var ræðuliga langt, hon hugdi av og á eftir urinum, nú sá hon, at

pinnurin  vísti 1230. Hon gekk fram við Norðskála og Svínáum og Ljósá. Nú einaferð kemur hon til

eitt stórt vatn, har sá hon eina rúgvu av børnum, sum spældu á eini fløtu, summi runnu og onnur

sótu og hentaðu lyng, sum tey ætlaðu at brúka til jólapynt.

                                           
Nøkur børn sótu á einum lítlum rossi. Tað helt Niko síggja ordiliga  stuttligt út, so hon fór rennandi

at spæla við børnini. -Hey kann eg sleppa at ríða eisini? Rópti hon. Men nú hon kom nærri, sá hon

at børnini á hestinum sóu einki glað út, hon helt at tey smæddust hana, so hon rópti aftur – Hey, eg

eiti Nikolina, men øll kalla meg Niko, kann eg... men áðrenn hon hevði talað liðugt, duttu øll

børnini av rossinum. Tey skundaðu sær at reisa seg upp og rýma frá hestinum. Hesturin fór

spakuliga gangandi, og nú trúði Niko ikki sínum egnu eygum: hann fór gangandi beint út í vatnið,

og hann gekk so langt út, at hann fór heilt undir.

Dec 3, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 4

LOYSN 3: Robinson Kruso

 

Niko gongur so hugagóð í undirsjóvartunlinum millum Klaksvík og Leirvík við urinum í lummanum. Hon hevur hongt fleiri endurskin upp á seg, bæði aftan og framman og á høvdið og á bæði bein. Hon sær út sum eitt jólatræ, sum er farið til gongu, hvørja ferð ein billykt lýsir á hana.

Hesin tunnilin er breiður og ljósur, har er enntá eitt ljóslistarverk inni, Niko stendur eina góða løtu í tí bláa ljóshavinum og hyggur.

clip_image002

Tá ið eingir bilar eru, er ein egin, løgin friður inni í tunlinum. Hon hoyrir okkurt dryppa, drypp-drypp-drypp, og tað blágrøna ljósið skyggir blunk-blunk í eyguni á henni. Knappliga sær hon okkurt hvítt í tí bláa, tað er ein hestur, og á hestinum situr ein maður í bláum kappa við gullspenni undir øsinum. – Við síðuna av hestinum stendur ein genta, so vøkur sum sólin, síðar gular flættur og reyðan kjóla við gullkantum. Hon rættir manninum eitt vínglas, vínið skyggir reytt í glasinum. –Drekk nú, sigur hon, so verða vit altíð saman. Niko er so spent, hon roynir at krympa eyguni saman til at síggja betur. Maðurin rættir hondina út, og Niko heldur , hann fer at fáa sær at drekka, men alt í einum slær hann glasið úr hondini á gentuni og rópar –Nei, nei! Glasið fer í smæsta smildur, og maðurin vendir hestinum og fer tvísporandi avstað, hógvarnir duna í tunnilsvegginum, tá ið ein bilur kemur við nógvari ferð. Niko hevði verið so spent, at hon hevði staðið og kroyst urið í nevanum niðri í lummanum. Nú tók hon urið upp og sá at pinnurin, tí tað hevði bara ein pinn, vísti á 1105. Hon hugsaði, antin er hatta árið ellivuhundrað og fimm, ella er tað fimm minuttir yvir ellivu. Niko fer aftur til gongu við urinum í lummanum, og hon hugsar um, hví reiðmaðurin var so bráður at sleppa sær avstað, og hví hann mundi ikki vilja hava at drekka.

Dec 2, 2014

Tá ið NIKO fór til Havnar 3

 

(LOYSN 2: Snjóhvíta)

Nú gekk Niko eftir fjøllunum til Klaksvíkar. Henni dámdi ikki at fara ígjøgnum tunlarnar, teir vóru so myrkir og treingir, at um ein bilur skuldi komið, so var næstan ikki pláss fyri bæði bilinum og Niko.

Nú sá hon ljósini í Klaksvík, sum tað var ein stórur býur. Niko hevði verið í Klaksvík fyrr, tí hon hevði verið og svomið við skúlanum. Skuldi hon kanska farið at svomið, tá ið hon kom til Klaksvíkar?

clip_image002

Tá ið hon kom í Strandadal, sá hon eitt skip útfyri. Eitt jólatræ hekk í mastratoppinum. So er hetta nokk eitt skip fult av jólagávum, hugsaði Niko. Nú sær hon ein mann, sum lorar seg niður á sjógv í einum bjargingarbáti. Hann hevur ein pappageyk á økslini og byrsu um herðarnar. Tá i ð báturin rakar sjógvin setist maðurin at rógva. Nú hoyrir Niko, at teir umborð rópa á mannin – Robin! Robin! Tað er ikki her! Tað er ikki enn! Hetta er ikki tann oyggin! Nikolina helt , at hetta sá spennandi út. Hon fór at renna og kom við fullspeed oman í fjøruna, akkurát tá ið tann fremmandi steig á land. –Do you speak English, segði hann. Niko visti ikki, hvat hon skuldi siga, nakað av enskum dugdi hon úr sjónvarpinum –A little sindur, segði hon, og skjótt vóru tey bæði á veg til Klaksvíkar. Fremmandamaðurin fortaldi Niko, at hann var eingilskmaður og var rýmdur heimanifrá, tí at pápin ætlaði at noyða hann at verða handilsmaður. Nú helt hann, at kanska hann fór at búseta seg í Klaksvík. –Let’s go swimming segði hann, og Niko helt, tað var eitt frálíkt hugskot. Í svimjihylinum fóru tey at kava og svimja kapp. Niko svam undir vatninum, og tá sá hon okkurt sum lá og skygdi á botni. Hon skundaði sær upp at anda og fór so sum ein pílur niður á botn. Tað var eitt ur, men eitt sum toldi vatn. Niko helt urið sá løgið út, tí at tølini vóru als ikki sum á vanligum urum. Tey sóu meiri út sum árstøl. Niko fór við urinum til avgreiðsluna, og tey søgdu, at hatta urið mátti mann bara lata til politiið. Ja men eg fari til Havnar, har kann eg lata politinum tað, var Niko so skjót at svara. Tí hon var eitt sindur spent at vita, hvat hetta urið vísti. Kanska var tað eitt gandaur?

Dec 1, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 2

Hon læt seg væl í og skøddi seg, og so fór hon til gongu. Í fyrstani gekk hon á vegnum, men so vóru so nógvir bilar, at hon fór ígjøgnum hagan. Hon fann væl vegin, hon visti, at fyrst skuldi hon til Hvannasunds og síðani til Klaksvíkar.

clip_image002

Hon ræddist ikki at ganga, men hon bleiv eitt sindur kløkk, tá ið hon knappliga hoyrdi onkran tosa langt uppi í haganum. Hetta nærkaðist, og Niko krógvaði seg aftan fyri ein stein. Tá sá hon nakrar menn koma gangandi, teir gingu á rað, hon taldi teir, ein-tveir-tríggir...sjey vóru í alt. Teir høvdu allir spaka ella eyrhakkara á økslini. Nú vóru teir so nær, at hon skilti, hvat teir tosaðu um. – Nú verður gott at fáa nátturða, segði ein. –Ja, hvat gott man hon hava til okkara í kvøld, segði annar. –Eg veit, segði tann minsti, vit fáa pannukakur! – Tvætl í teg, segði tann elsti, hann hevði fult skegg og grova rødd, tað fingu vit í gjár. –Eg hopi bara ikki, at hin gamla konan hevur verið aftur og selt okkurt, segði hin grovmælti. –Eg vil hava pannukakur, segði hin lítli. Niko visti ikki, hvat í verðini teir tosaðu um, men nú ið teir vóru nær, sá hon at teir vóru so smáir sum børn, ja sum hon. Hon bleiv so forvitin, at hon fór aftaná teimum.

Teir fóru inn í eini lítil hús, og Niko fór aftaná. Har var ein so serstakliga vøkur genta inni, hon hevði ravnsvart hár, hvítt hold og reyðar varrar. –Sum tað er gott, at tú ert inni, segði ein av monnunum, hevur hin gamla ikki verið í dag? –Jú, segði gentan, hon vildi selja súrepli, men eg segði,at vit áttu so nógv súrepli og bað hana fara.

-Gott kvøld, segði gentan við Niko, hvussu eitur tú? –Eg eiti Nikolina, men øll kalla meg Niko, svaraði Niko. –Vilt tú hava nátturða saman við okkum?

Nov 30, 2014

LITTERERUR JÓLAKALENDARI 1. desember

Útvarpið og sjónvarpið spenna seg út til jóla. Í fleiri vikur hava vit hoyrt lýsingarnar um jólakalendarar til tey stóru og til tey smáu, spennandi. Elin á Rógvu hevur skrivað leik til útvarpið, og tónleikurin er eisini føroyskur, og sjónvarpið sendir ein norskan jólakalendarafilm.

Bloggurin fer at hava eina jólakalendarasøgu. Gita nær hon byrjar! Ja! kollgitt, hon byrjar 1. desember klokkan 00.00

Tað er ein LITTERER JÓLAKALENDARASØGA: FINN SØGUR Í SØGUNI. Í næstan øllum pørtum er ein søga fjald, loysnin til hvønn part kemur dagin eftir, áðrenn næsta part, sjálvandi bara, um nakað svar var at finna.

 

Tá ið Niko fór til Havnar 1

Eina ferð var tað ein genta, sum æt Nikolina, men øll kallaðu hana bara Niko. Hon búði á Viðareiði saman við mammu síni og pápa sínum. Niko var 11 ár og gleddi seg til jóla. Hon ynskti sær grímur og gekkaskortar og sminku og hattar og alt sovorðið , sum mann kann brúka, tá ið mann spælir sjónleik. Tí Niko elskaði at spæla sjónleik, onkuntíð spældi hon saman við øðrum børnum, men hon tímdi eisini væl at spæla einsamøll. So spældi hon fleiri leiklutir sjálv. Einaferð helt mamman, at nógv børn vóru og vitjaðu Niko, tí at hon hoyrdi tey tosa saman í kamarinum. Trý børn, tvey av teimum argaðu tað triðja, tað barnið, sum bleiv argað fór at gráta, og mamman kom inn at ugga og fáa alt í rætt lag, mamman hevði tríggjar sleikipinnar við inn í kamarið. Men tá ið hon kom inn, var Nikolina einsamøll, tað var hon sum argaði, og eisini hon sum lippaði, og mamman gav henni allar sleikipinnarnar. So væl dugdi Niko at gera røddir.

clip_image002

Niko hevði hoyrt í útvarpinum, at ein sjónleikur – ein barnaleikur – var í sjónleikarhúsinum í Havn. Hon spurdi mammu sína, um hon kundi sleppa, men tað var tvørt nei. Leikurin skuldi spælast til jóla, og Niko, sum kundi vera treisk, tá ið tað stakst uppá hana, vildi og skuldi síggja hann. Hon hevði verið í Havn fyrr, hon átti eina ommu í Havn, hana ætlaði hon sær at vitja eisini. Fyrsta desember um morgunin sníkti hon seg frá húsum. Tað var myrkt, men Nikolina hevði lummalykt, og hon var so hyggin, at hon tók eyka battarí við.

 

 

Nov 27, 2014

Damutúr til Reykjavíkar

Magna  og eg fóru til Reykjavíkar, ein vikuskiftistúr at vitja Ingu Rósu. Aðrar damur vóru eisini í flogfarinum, eg skilti, at tær vóru ein bindi/kaffiklubbur.

Tað var gott veður í Reykjavík, so kavadraktin, vøttirnir og pulshosurnar vórðu ikki brúkt. Vit vóru fyrivanar, tí at eg haldi, at tað er altíð so nógvur gjóstur í Reykjavík.

Ná, vit upplivdu nógv og nutu blíðskap. Eg sá ein sjónleik saman við Gudny og ein annan saman við Magnu. Tað var herligt at vera í sjónleikarhúsi saman við tí klóku, livandi, opnu og opinskáraðu Magnu. Tá ið leikur var farin í gongd, og tey høvdu spælt einar 15 minuttir, segði Magna: nær byrjar tað. Eg haldi hon bíðaði eftir wide screen walt disney. So segði eg henni, at hetta var “filmurin” - ordilig fólk, sum spældu eina søgu. Magna fylgdi væl við og hevði stóra gleði av leikinum, her síggja tit hana saman við heimsins sterkastu, tað er handan reyðhærda.

099103

Sjjálvandi vóru vit og svumu og ein túr í húsdýragarðin. Havi so mangan hugsað um tað: hví er ikki ein húsdýragarður í Føroyum?  Við seyði , smálombum og kettlingum? Vit vóru ein túr niðri í fjøruni og so sjálvandi og vitjaðu Gudny. Hjá Ingu Rósu á Sólvallagøtu var deiligt at vera, góð íbúð og professionell passing.

003022031032042060071083085109