Hesa ferð fóru vit tríggjar systrarnar til Póllands - eina heilsuferð. Vit vitjaðu ein heilsudepil ein tíma frá Gdansk, sum íslendingar (heilsan.is) plaga at brúka. Havi ofta hoyrt um hetta stað, eisini frá onkrum føroyingi. https://czapielskimlyn.pl/en/
 |
| Í túninum |
 |
Saman við Mario, hotelstjóranum
|
Heilsudepilin er inni í einari friðaðari park, Kashubian Park, beint við eitt vatn,
Lake Bukrzyno Duże. Tað er sostatt staðsett á frálíkum stað til at ganga túrar og slappa av. Hetta er ikki inni í býi ella bygd, eingin handil ella kiosk ella ølstova. Har er pláss fyri 80 gestum, men so nógv fólk var ikki , nú ið vit vóru. Góð kømur við altan. Eisini eru smá summarhús á økinum, sum ein kann leiga við kamarið og vesi, eitt sæst á myndini omanfyri vinstrumegin. Frálíkt uppihaldsrúm við sofum og borðum. Húsið er í trimum hæddum og eingin elevator. Sera blíðar og fyrikomandi gentur í móttøkuni, sum duga enskt. Men annars er málpolitikkurin í Póllandi soleiðis, at tey vilja helst hava skelti og upplýsingar bara á pólskum.
 |
| Vatnið og dyppingarstaðið |
Maturin er eitt kapittul fyri seg. Áðrenn vit komu, vórðu vit spurdar, hvussu nógvar kaloriur vit ynsktu um dagin. Vit valdu 1800 haldi eg, og so 5. dagin bóðu vit tey minka tað til 1500. Tríggjar máltíðir um dagin: kl. 9, 13.30 og 18. Altíð smoothie morgun og kvøld. Høvuðsmáltíðin var á miðdegi, tí at tá hevur tú mest brúk fyri orku. Grønt og frukt til hvørja máltíð. Sera litfagurt og vakurt skorið salat serliga á kvøldi, men eisini á miðdegi. Ein dag fingu vit laks og nakrar ferðir høsnarunga, men annars var maturin mest vegetariskur, ikki mín koppur av te, men mann kann venja seg við nógv. Í resepsjónini var ein tebarr, tú kundi fáa tær plantute, tá tú vildi, men kaffi skuldi tú keypa í móttøkuni. Vit drukku vist bara ein kopp av kaffi um dagin. Um svongdin nívdi ov nógv um kvøldið, fingust súrepli í resepsjónini.
 |
|
 |
|

 |
|

 |
|
Tey høvdu eina fasta dagsskrá , og har vóru gongutúrar, svimjing/dypping, fimleikur at velja ímillum, ella tað bar eisini til at gera alt. Turið er raskast av okkum, hon fór til Nordic walking, sum er hvønn morgun kl. 10. Eg og Inga Rósa gingu í okkara egna lag, tvær ferðir møttu vit hesum nordisku gongufólkunum. Vit vóru til fimleik næstan hvønn dag, eitt slag var kl. 16, og eitt annað slag var kl. 12.30. Og ikki at gloyma sauna, saunagos, sum summi halda vera so frálíkt. Tað royndu vit ikki.

 |
|
Rørsla. Av tí at LongVita heilsuhotellið liggur, sum tað ger, er lagamanni at ganga túr í skógini, og har er nógv vakurt og forvitnisligt at síggja hjá okkum úr træleysum landi. Og sum depilin liggur við eitt vatn, er lagamanni at svimja, dyppa og sigla á vatninum. Lat meg ikki gloyma at nevna massasjutilboðini og vakurleikaviðgerð, eg og IR fingu reflektoriska fótaviðgerð, tað var eitt upplivilsi, og so var manicura, pedicura og andlitsviðgerð. Men hesi tilboðini skuldi ein rinda fyri, eins og aquafimleik og zumba dancing.
Heilt ævintýrligt at síggja allar hesar fagurlittu sopparnar. Vit sóu eisini fólk, sum gekk og hentaði soppar.
Gdansk. Ein dag brúktu vit til at fara í býin. Tað var við taksabili, tað var besti møguleiki har á leið. Bilstjórin skilti ikki enskt ei heldur týskt, og hann hevði radioið alt for har frá við týskum slagarum. Vit avtalaðu frammanundan , nær og hvar vit skuldu heintast aftur. Ein sera hugnaligur "old town".
Vit hittu ein íslending, sum vit høvdu møtt á LongVIta, í býnum. Hann vísti okkum hesa standmyndina, hon er til minnis um tey fyrstu ofrini í 2. heimsbardaga í Póllandi. 55 menn víðgirdu seg á posthúsinum og hildu skansan ímóti týskinum. Einir 10 doyðu har, og restin yvirgav seg, men teir blivu "dømdir" til deyða og skotnir. Standmyndin stendur framman fyri posthúsið, sum nú er museum.
 |
| eftir: Wincentu Kucma og Krystyna Hajdo Kucma (1979) |
Vit vitjaðu dómkirkjuna, Mariukirkju. Hon er ovurstór, har eru yvir 40 altar.
Eitt hásæti inni í Mariukirkjuni.
Doypifuntur
Vit vitjaðu heilagu Birgittu kirkjuna, sum var plássið har Lech Walesa og hansara fólk hittust og fingu skjól í 1980unum. Hann verður enn heiðraður við fakfelagsflagginum inni í kirkjuni, og ein skíggi var við Lech Walesa, sum helt talu. Serligt við kirkjuni er eisini, at altartalvan er av rav. Kirkjan er upprunaliga frá 1396, varð oyðiløgd undir krígnum og bygd uppaftur í 1970. Altartalvan er frá 2017.
Vit vitjaðu ravsavnið. Rav verður kallað gullið í Baltikum. Serstakliga flott savn við nógvum lutum og við frágreiðingum um námsvinnu og ídnað, sum hevur við rav at gera. Havi fleiri myndir, men teldan og telefonin eru blivnar óklárar - gugla altartalvuna í St. Brigid's.
Nú vit vóru komnar til býin, nýttu vit høvið at eta annað enn grønt, ein snitzel og eina stóra kaku bleiv tað til.
 |
| og ølið æt rav |
Stuttligt, takk fyri myndafrásøgnina!
ReplyDeleteStuttligt at síggja og minnast.Takk!
ReplyDelete