Síggi á Facebook, at lærararnir í ‘brúna skúla’ hava eitt kjak gangandi um floksstødd. Katrin D. heldur, at tað er ein dilla at tað skal vera so gott við stórum flokkum og tveimum lærarum. Tað heldur hon ikki, henni dámar betur smærri flokkar. Tað sigur seg sjálvt,at ein fyrstiflokkur við 26 næmingum er ein ov stórur flokkur.
Var í ‘brúna skúla’ í gjáramorgun, vitjaði 1. a. Tey høvdu føroyskt hjá Katrin, eg var vekk imponerað av, so still og lýðin tey vóru. Hattar hava tær gjørt væl í ‘brúna skúla’. Tað er púra vist. Katrin hevði fyrireikað sín fyrrapart sum um, tær skuldu vera tvær í flokkinum, men hvat? Tá ið hon kemur í skúla, fær hon at vita, at hin lærarin er sjúkur, og eingin vikarur verður settur inn – og næstan 30 børn! í fyrsta flokki….men Katrin kláraði sjálvandi tímarnar til ug. Tey lósu og sungu og funnu orð. Men fyrst var tað morgunsangur, tríggir flokkar saman, vit sungu ein sálm og ein barnasang og bóðu faðirvár. Øll vóru still og rólig, so vóru stundir til felagsboð.
Og í morgun eru tey farin túr í tí góða veðrinum. Sólin stavar beint í eugyni á Madeleine og Gunnvá.
No comments:
Post a Comment