Nú er Madeleine farin, tað var superkalifragilistiskt at hava hana her í 2 ½ viku. Katrin og Katrin skula hava takk og rós fyri, at tær tóku so væl ímóti henni og duga so væl við sínum ovurstóra 1. flokki. Og frítíðarskúlin í Hornabø er eitt gott stað at vera, eg sendi Annu, sum var so góð og heit, ein góðan tanka.
Magna og Herbert hávirða ta stóru Madeleine, sum bæði gongur í skúla og alt.
Á grøvini hjá abba.
Saman við trímenninginum Lív Rósu.
Gunnvá og Madeleine eru pennavinir, og nú eisini skúlavinir.
Spæla uttanfyri.
Og sjálvandi fór Madeleine ein túr til Dals at spæla við Annfríð, meðan hon var heima.
No comments:
Post a Comment