Í mínum næsta lívi vil eg also vera journalistur/fotografur, bara troðka seg fram í eina og hvørja samkomu við einum feitum myndatóli og so royna at vera fyrst við tíðindum og myndum. Feitt!
Bjørn, mentamálaráðharri, hevur sjálvur gjørt hakan, sum hann loysti tann fyrsta bøkkin við.
Her síggja vit Bjarna Vilhelm, vápnadragara hjá Bjørn, við hakanum. Hakin er sum teir, sum blankskálamenn nýttu, tá ið teir veltu upp úr nýggjum syðradalsmegin eftir at hava flutt eina heila bygd – soleiðis sum vit flyta bygdina Hoydalar út í Marknagil. Mær datt í hug tosið um afturlítandi mentanarpolitikk, varðveitsla av sluppungum og haka. Úss, úss ver nú ordilig Bergljót! tú ert bara avindsjúk, at tú verður ikki við til at flyta út í Marknagil…ná.
Tað besta var at síggja eitt fjølment kór – eisini nógvar dreingir. Og so eitt blásiorkestur í durinum á skúlaheiminum.
Eg tók myndir av munnbitunum, tað sá herligt út.
Og so ivaðist eg alvorliga í at taka bøkkin hjá Bjørn við niðan í Hoydalar og gróðurseta eina plantu í bøkkin og leggja hann á Hoydalsfløtu, men eg havi ikki gjørt tað…enn.
No comments:
Post a Comment