Apr 11, 2013
Børnini í Eiriksgøtu
Heima hjá mær snýr alt seg um børnini í løtuni. Madeleine er miðjan, sum vit snara um, Magna hámetir systkinabarnið og hevur her latið seg í hennara klæði: svimjidraktin er sum eitt smalt skjúrt og turriklæðið feminint draperað um herðarnar, Herbert heldur, at skúlaarbeiðið er mega áhugavert og situr næstan uppi í skúlatingunum og fylgir við. Omman og ommudiddan njóta at fylgja við í barnaløtuni, sum var norsk og var um bátar, ein gentubát og ein dreingjabát, tað sá út til at vera í Mykinesi
, og aldurnar kundu eisini verið í Føroyum.



Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment