Apr 24, 2013

Grønland – har var alt

004
Bergljót og Bergljót
Túrurin í morgun saman við Bergljót úr útvarpinum var eitt gott upplivilsi, tað var stuttligt at síggja fyrrverandi og núverandi grønlendingar. Tað var rættiliga óformligt prát, fólk gjørdu viðmerkingar og hjálptu til. Og ikki fyrr enn aftaná varnaðist eg, hvussu gjøgnumkøld eg var.
Okkurt er, sum eg ikki segði, sum eg hugsaði at siga. T.d. at veðurstøðin var í Grønlandi, og at vit børnini høvdu stuttleika av at fylgja við, tá ið teir sleptu veðurballónini hvønn dag, so kom róp í ‘lumpalón!’ róptu vit, kanska vit vóru óvon við luftaballónir, sum nú eru í hvørjum føðingardegi og fáast ókeypis á marknaðardøgum.
veðurstøðin
Á hesi myndini sæst veðurstøðin púra einsamøll úti í haganum, myndin er frá 1954. Húsini eita í dag Slættalíð 2 og eru sethús.
Vit byrjaðu á Mikksa bø, eg minnist, tá ið TIVOLI var har á bønum, tá vóru glómur í okkum at síggja klónar og akrobatar.
Eitt annað, sum eg avgjørt ætlaði at nevna, var, at vit høvdu skraddarar eisini í Grønlandi, bæði Odvald Ørvarodd í Eiriksgøtu og frú Blåsvær í Torfinsgøtu. Mamma plagdi at bíleggja kjólar til okkara, eg hugsi tað var vanligari tá at seyma heima/hjá skraddara, so bleiv tú boðsend at koma at passa. Onkuntíð kundi mann fáa okkurt plagg úr Barnabúna í Konradsbrekku.
Ein, ið eg arbeiði saman við, segði, at vit vóru í so ‘innforstaðin’ í sendingini, tað er ein vansi, tá ið tú ert so óformell, og øll kennast so væl.
sólrun, leyvoy
Hesar báðar myndirnar vísa útispæl í 60unum. Á ovaru myndini sæst kioskskeltið hjá ‘Dallas’ ella í ovaru kiosk, sum vit róptu, á teirri niðaru spæla Sólrun og Leyvoy við dukkur.sólrun,leyvoy
Fleiri stór arbeiðspláss vóru úti í Grønlandi, t.d. bryggjaríið. Vit plagdu at fara at bidda sodavatn, onkuntíð fingu vit eina fløsku av nýbryggjaðum sitrón- ella appelsinvatni. Eg minnist maltroykin uttan fyri bryggaríið, tað luktaði eitt sindur sum breyðsúpan. Og hinumegin ‘bøin’ uppi hjá okkum var margarinfabrikkin MARGA. Og so ikki at gloyma Snikkaravirkið. Teir løgdu kanska hesi virki út um býin, sokallað ídnaðarøki, sum nú 60 ár seinni eru næstan mitt í býnum.
omma og jóhannes
Á hesi myndini eru omma og Jóhannes mammubeiggi beint omanfyri hjá Samuelinu og Jóannesi, húsini aftanfyri eru tey hjá Jens Guttesen í Torfinsgøtu.
Jú í Grønlandi var alt, sum lív kundi lysta.
003
Anna hjá ‘niðara’ Jóannesi.
016
Tað stuttligasta var, at síggja so nógv kend andlit henda ilsliga morgun.

No comments:

Post a Comment