Apr 24, 2015

Doktararitgerðin Er heima til? Ph.d. próvtøkan hjá Bergi D. Hansen.

Ein so ómetaliga góð og hugtakandi løta á Vinnuháskúlanum í dag.

Bergur_D__Hansen

Bergur dugir bara so væl at leggja fram, so greitt og logiskt at greiða frá øllum. Men tað visti eg frammanundan, hoyrdi hann í Vestmnanna kirkju, og tað var ikki keðiligt. Í dag var sjálvandi meiri formelt. Ástøði vórðu løgd fram, og andmælingarnir skuldu sjálvandi eisini siga sítt. Tíverri vóru framløgurnar ikki á føroyskum.

P1060580[1]

Andmælingar vóru Bergur Rønne Moberg og Dagný Kristjansdóttir, og Turið Sigurðardóttir var eisini í metingarnevndini. Tey settu doktorandinum nakrar spurningar, og tað var gott at síggja, hvussu tryggur og róligur Bergur var í sínum svarum og viðmerkingum. Nógv var røtt um tekstaslag. Ferðafrásøgn sum hesar hjá Viderø hava høvund, frásøgufólk og høvuðspersón í einum  og sama persóni, sumDagný tók til hann er subjekt og objekt í senn. Ferðafrásøgnin er ikki ævisøga, men verður lisin við teimum mentanarligu konventiónum, sum hoyra ferðafrásøgn til. Nógvir heimspekingar vóru havdir á munni bæði týskir og franskir og sjálvsagt bókmentagranskarar

Havi aldrin hoyrt hugtøkini staðarmonogami ella staðarpolygami fyrr, Bergur greiddi frá at Chr. Matras og W.Heinesen t.d. eru staðarmonogamir (Viðareiði.Havnin), men Viderø er staðarpolygamur. Stuttligt.

11156401_10153810554264488_4312726045027800929_n

Áhioyrararnir sluppu eisini at seta spurningar, og tað var nokk tann mest publikumvinarligi parturin. Hanus Kamban spurdi um  samband ímillum JHOD og COV og teirra uppfatan av heimstað. Og Jákup Reinert Hansen hugleiddi um munin millum bygdirnar í Viderøs lívi: Skálavík og Hvalvík, tann fyrra hansara barndómsbygd við tryggum gamalkirkjuligum kørmum, tann seinna bygdin har hann ikki megnaði at vera prestur, og har missiónin var sterk.

11159519_10154284351648521_8962643757441051734_n

Eini tveyhundrað fólk og ein íslendingur vóru samankomin, og alt mátti verða havt á sokallaðum skandinaviskum. Bergur greiddi frá, at tey “dansede kædedans” í Skálavík, og Dagny tosaði um Hvalsvig.  Tað var væl, at grundgeving nevndarinnar var á føroyskum!

Apr 17, 2015

Orð og tónar

Tað var heilt løgið at koma oman í Vágsbotn í gjárkvøldið. Fult av fólki var har á ferð. Tiltøk vóru bæði í Miðlahúsinum, Perluni og Reinsarínum. Stuttligt.

Hetta nýggja mentakvøldið, sum skal vera eina ferð um mánaðin, var áhugavert. Á skránni var sangur og upplestur og hugleiðingar.

Oddfríður M. Rasmussen las egnar yrkingar, tó at Poul  F.Guttesen hevði sagt í útvarpinum, at tað skuldu ikki vera hansara egnu yrkingar men annara. Hugleiðingar vóru síðani í samrøðu millum Oddfríð og Poul. Tað var áhugavert, um enn nakað dapurt í skuggalandinum millum lív og deyða. Og sami melankolski tóni helt fram í  Jonhard Mikkelsensa framløgu um bókina hjá Jon Fosse, Morgun og kvøld, sum verður á skránni, tá ið Orð og tónar verða aftur 21. mai..

Á skránni var eisini Leikread, sum var ein finskur leikur, og hann hevði líkasum lættari lag.

Mín nýggi yndissangari er Marius Ziska, hann var ótrúliga góður. Einki uppgjørt við honum, hevur bara so fantastiska rødd, og orðini vóru eisini væl samansett.

P1060483

Fínt hugskot við slíkum bókmentakvøldi – ein góður paralellur til allar lesiklubbarnar, nú kann ein fáa breiðari kjak um eina bók, sum ein kanska hevur kjakast um heima fyrst.

Fitt av fólki var samankomið, m.a. hesi bæði:

P1060489

Apr 13, 2015

Strindberg á Tjóðpallinum

 

Hesin leikurin er um parlag, um pør. Um menniskjans nattúru, soleiðis sum Strindberg málar hana. Heitið Kravravnar er týðing av Kreditorar, onkur sum eg prátaði við helt, at kravánari hevði verið rættari. Spurningurin er, hvør skyldar hvørjum hvat, og hvat er skuldin fyri, og hvør er vøran ella gerðin, sum skal gjaldast?

11129547_821833981232268_2166156243055744778_n

Vísir hesin leikurin, at Strindberg var kvinnuhatari, sum altíð verður sagt um hann? Ja tað haldi eg, Tekla hevur oyðilagt tveir menn. Hon hevur sogið alla megi og mansligheit úr teimum, og teir liggja eftir sum tóm hylki. Hon stjelur teirra persónligheit, siga teir. Hon var sjálv sum eitt barn, og teir hava lært hana alt, hon dugir og veit. Afturfyri hevur hon brúkt teir sum fyriklæði - eitt stuttlig køksmynd. Fyriklæðið hevur tú, so at tú dálkar teg ikki, og tá ið tað er skitið, fert tú úr tí, og so er tú púra rein innanfyri. Menninir vóru eisini Teklusa atgongumerki til frælsi – beint tað øvuta av tí sum vit ofta síggja ektaskápið – teir bjargaðu henni úr tí patriarkalska fongslinum, siga teir.

Leikararnir eru fínir. Eg hevði glett meg at síggja Kristinu aftur, og hon sveik ikki, stórt kensluúrval og skjót skifti. Hans er eisini frálíkur sum tann sundurbrotni disillusioneraði Adolf. Hans hevur ein kropsligan plastisitet, sum aftur hesa ferð gjørdi spælið so sera dragandi og óhugnaligt. Adolf roynir at manna seg upp fleiri ferðir, men hvørja ferð fellur hann saman aftur sum ein tvøga. Gustav (Hjálmar) er høvuðsbeistið, gjøgnum meginpartin av leikinum er hann diabolskt óreinur, men so ímóti endanum síggja vit eisini hansara neyð – ella eg veit ikki, um tað var so trúligt, at hann hevur verið so illa fyri í 7 ár…???

Pallur og búnar vóru í topp. Stílreinur pallur, sum vísti tíðina uttan at gera ov nógv av.

P1060454  

Tey hava prentað eina sera flotta skrá við nógvum upplýsingum og myndum.

Leikurin er ein klassikari, og tað er gott, at Tjóðpallurin røkir ta uppgávuna. Men undirhaldsvirðið og aktualitetur vóru ikki, sum ein hevði vónað, tað hoyrdist elli á leikritinum. Hesar longu einrøðurnar við sama pástandi í ymsum líki, ein sera stór avbjóðing hjá leikarunum – bæði honum, sum skal minnast síðu upp og síðu niður og honum, sum skal sita stillur ella óstillur og lurta og brúka andlit og kropp at lurta við.  Tað “hendir”  so sera lítið í leikinum, hendingarnar eru innan í persónunum, og tað krevur eisini nógv av nútíðaráskoðaranum.

Men drama kemur í endanum á leikinum, skal ikki avdúka her, hvat ið hendir, men leikurin endar sera dramatiskt.

Spennandi uppliving á Tjóðpallinum í gjárkvøldið.

!5.04 Hoyrdi Eyðun Johannesen í útvarpinum í gjár. Sum hann dugir væl at greiða frá essensi í drama, í spælinum, men eg eri ósamd við hann í niðurstøðuni, Nora í dukkuheiminum er ikki lík Teklu, Nora ger uppreistur, Nora greiðir frá, hvat tað snýr seg um, Nora rýmir, 

Mar 31, 2015

Ein góður túrur vesturi í Vágum

Turið hevur lagt ein túr til rættis fyri familjuna og meg. Vit fóru vestur um middagsleitið, tá sá veðrið ikki akkurát so lovandi út. Kavarok á hálsinum í Sandavági.

002

So fóru vit á gamla hotellið í Miðvági at fáa okkara kømur, har var deiligt at koma inn, Turið og Hallur fingu kongliga móttøku,

004

og eg og børnini eisini

005

So var tað Lakeside túrurin. Tað var betri veður nú, og báturin lá klárur við flúgvarabedingina, kaffi og kakur vóru í boði, og vit løgdust ikki á boðini. Skiparin Ólavur greiddi frá ymsum.

011

Hinumegin vatnið fóru vit upp á land, og Ólavur greiddi frá, hvussu hann hevur eygleitt urðina har úti gjøgnum árini. Stórir klettar koma sendandi og aðrir flyta pláss. Skónvøkstur avdúkar eisini, um steinur hevur ligið leingi ella stutt. Ein sera frískligur túrur. Á hesi myndini eru vit øll. Tey smæstu Kristina og Ranja lógu umborð í hvør sínum vogni.

050

Seinni fóru summi á krígssavnið, og at enda ótu vit saman á Hotel Vágum.

Um kvøldið lósu vit Páll fanga, og í morgun fóru vit aftur túr. Vit sóu Mikkjal á Ryggi, Rúnarsteinin og TIndhólm.

069083

Mar 24, 2015

Bókastev í Miðvági

P1060207

Sólrun helt bókakvøld í Miðvági í kvøld, vit vóru 8 konur, og á skránni var Viderø. Hann er nokso aktuellur, nú ið Bergur skjótt skal halda ph.d. fyrilestur um hansara verk. Tað verður 24. apríl, og vit gleða okkum.

Tað var heilt løgið, at hópurin hevði býtt seg sundur í ein part, sum elskaði bókina hjá Viderø um Jorsalaferðina og ein part, sum hevði stríðst og strevast og hata tað og ikki komið ígjøgnum, og onkur hevði  lisið skeiva bók.

Má her endurgeva Bergljót Madsensa statusuppdatering á FB:

..eg lesi "Ferð mín til Jorsala" so alt annað blívur burtur,og sjálvt um eg ikki skilji helvtina av orðunum, so verði eg lyft upp á arnaveingir og hoyri lúðraljóð. Annars bleiv eg gleðiliga yvirraskað tá eg fann orðalistan aftast í bókini. Tað lætti um forstáilsið.

Stuttligt at uppliva slíka lesigleði og entusiasmu, og Bergljót og Randi og Brynhild fara til tað heilaga landið á páskum. So tær hava rættiliga fyrireikað seg, og nú skula tær bara lesa bíbliuna ígjøgnum, so eru tær fit for fight.

Henda ferðin hjá Viderø við báti til Skotlands, síðani Ongland, Frakland, og so bát úr Marseille til Ísrael er ein andalig granskingarferð. Viderø fer inn í mangar kirkjur, og á leiðini ber hann saman sína egnu trúgv og alt tað hann sær. Høvundurin er als ikki missionerandi, hann er eygleiðari burturav. Eg var eitt sindur spent at vita, um hann tók støðu í miðeysturspurninginum sokallaða, men nei ikki ordiliga, honum tókti synd í arabarum, sum blivu riknir burtur og harmaðist um, at Sára rak Hagar og Ísmael burtur tann tíð tað var, men  hann dugir eisini at síggja, at ísraelsmenn eru nógv raskari og arbeiðsamari enn arabarar.

Eitt so sera spennandi eyðkenni við bókini er samanberingarnar við Føroyar allan vegin. Best, sum hann lýðir á klokkuljóð í Durham ella Rom, hoyra vit hvalvíkingar spyrja, nær prestur man fara at koma aftur. Og tá ið hann hoyrir sálmasang ella urguljóð, minnist hann pápa sín á spunakrakkinum. Hesin spunakrakkur verður symbol fyri ta gomlu føroysku trúnna og mentanina, sum Viderø hevði við sær allan vegin.

Viderø verður ein ikki liðug við.

 

.

Mar 22, 2015

Fimleikaframsýning í ítróttarhøllini á Nabb

Nógv fólk, nógvur gangur, harður musikkur. Men væl fyriskipað, gekk skjótt at avgreiða liðini, sum vóru 11 í tali. Og ein skrá var so tú fekst fylgt við, nær tíni skuldu á gólvið.

P1060125

Ein slík rúgva av søtum gentum og dreingjum, sum øll gjørdu sítt ítarsta – onkuntíð misti onkur fokus og stóð og stardi út í tóman heim ella stakk fingurin í munnin. Men sum tey vóru elskulig. Summi gjørdu “seriur”, og onnur brúktu mest amboð. Tað er ikki so lætt at taka myndir í hesum stóra rúmi, meðan alt er í rørslu, men her sæst Magna leiðandi mammu sína í innmarsjinum

P1060130

Magna og Turið vóru í fyrsta liåðinum, sum kom inn, “foreldur og barn”. Hendan venjingin eitur “Lítli Pætur eiturkoppur Og á tí ókláru myndini er tað nokk “so klappa vit”.

P1060147P1060137P1060149

P1060154

Og so var tað Herbert, hetta er triðja árið , hann gongur til fimleik. Og hann er kvikur, sterkur og raskur. Tað sást, at um tú ikki klárar eitt fyrstu ferð, so er at royna aftur, til tú klárar tað. Meðan teir bíðaðu lurtaðu teir eftir søgu. Venjarar taka uppgávuna í álvara, tí tað er leingi at bíða, og ein søga styttir væl um bíðitíðina.

P1060158

P1060174P1060175P1060176P1060177

Russinan var eisini við, men hon svav alla tíðina.

P1060186

P1060188

Mar 18, 2015

Zapatista eftir Duritu Holm

Tann føroyska krimidrotningin hevur givið eina bók út aftrat um Alisu, ta norsku konuna, sum er fólkalívsfrøðingur, og sum uppklárar morð.

untitled2

Zapatista er eins og hin fyrra bókin intelligent undirhald. Tú fært okkurt at vita. Durita ger sínar kanningar til lítar, áðrenn hon skrivar, so at tú sum lesari følir, at tú fært okkurt afturat tí “bíliga” undirhaldinum.

Ikki hevði eg hoyrt zapatistar nevndar fyrr, umhvørvið er Meksiko, passaliga eksotisk. Plottið hevur fleiri krókar, men er ikki so fløkt,  at tú villist í tí. Durita válkar sær ikki í skotbardøgum og blóði, men dugir meiri enn so bæði at skriva um harðskap, sex og píning.

P1060078

Persónar. Alisa er norðurlendingur, mentað og vælmeinandi. Hon heldur, at rættvísi má sigra til endan, og at mann má líta á politi og myndugleikar. Men Emilio lærir hana nakað annað. Sambandið, eisini tað erotiska sambandið, ímillum Alisu og Emilio, er ein áhugaverdur tráður í bókini. Emilio er guriljahermaður og ger alt fyri sítt fólk. Hann er trúfastur vinur og kropsliga væl fyri. Presturin Antonio og hansara húski eru fangað í hesum stórpolitiska valdsstríði. Presturin og húshaldskonan Inmma eru gerandispraktisk, djørv og dámlig í allar mátar. Og so er tað hin kalda, stásiliga Juanita, kapitalsins umboð, sum so kortini eisini hevur aðrar síður. Jú, her er eitt úrvalspersónsgallarí til at geva bókini ferð og autentisitet.

untitled

Temu. Havi ikki lisið hasa nógv umrøddu bókina við 50 grábrigdum, men her hjá Duritu er svart og grátt sanniliga umboðað. Nokso kinky, at Emilio altíð er í hasi svørtu brølapuni, eisini tá ið hann í síni girnd vil hava Alisu, sum væl at merkja eisini vil hava hann. Teirra ástarsamband er harðligt og rátt og skjótt. Eitt sindur s/m kent kanska ? Spennandi…...á føroyskum.

Tað er stórkapitalurin, sum er mótparturin í stríðnum, eitt námsfelag, sum skal gera eitt silvurnám,  og mentanarsamanbresturin verður væl lýstur. Námsfelagið skal útvega arbeiðspláss, betri livikor, vegir osfr. , men fólkið har vil ikki hava tað slagið av menning. Umhvørvismál eru sjálvandi ein táttur, og tær aldargomlu politisku rørslurnar síggjast glímast.

Ein frálík bók.

Mál. Tað hevði klætt bókini, at ein rættlestur afturat varð lisin. Og hvør sigur elefanthúgva? Sigur Durita elefanthúgva, ella siga tey tað, har sum hon sleit sínar brølapur? Sum so ofta, tá ið vit hava eitt orð, sum ikki líkist donskum, so skal tað avhøvdast, og eitt danskt setast í staðin. Balaklava líkist ikki einum fíli.

..