Mar 24, 2015

Bókastev í Miðvági

P1060207

Sólrun helt bókakvøld í Miðvági í kvøld, vit vóru 8 konur, og á skránni var Viderø. Hann er nokso aktuellur, nú ið Bergur skjótt skal halda ph.d. fyrilestur um hansara verk. Tað verður 24. apríl, og vit gleða okkum.

Tað var heilt løgið, at hópurin hevði býtt seg sundur í ein part, sum elskaði bókina hjá Viderø um Jorsalaferðina og ein part, sum hevði stríðst og strevast og hata tað og ikki komið ígjøgnum, og onkur hevði  lisið skeiva bók.

Má her endurgeva Bergljót Madsensa statusuppdatering á FB:

..eg lesi "Ferð mín til Jorsala" so alt annað blívur burtur,og sjálvt um eg ikki skilji helvtina av orðunum, so verði eg lyft upp á arnaveingir og hoyri lúðraljóð. Annars bleiv eg gleðiliga yvirraskað tá eg fann orðalistan aftast í bókini. Tað lætti um forstáilsið.

Stuttligt at uppliva slíka lesigleði og entusiasmu, og Bergljót og Randi og Brynhild fara til tað heilaga landið á páskum. So tær hava rættiliga fyrireikað seg, og nú skula tær bara lesa bíbliuna ígjøgnum, so eru tær fit for fight.

Henda ferðin hjá Viderø við báti til Skotlands, síðani Ongland, Frakland, og so bát úr Marseille til Ísrael er ein andalig granskingarferð. Viderø fer inn í mangar kirkjur, og á leiðini ber hann saman sína egnu trúgv og alt tað hann sær. Høvundurin er als ikki missionerandi, hann er eygleiðari burturav. Eg var eitt sindur spent at vita, um hann tók støðu í miðeysturspurninginum sokallaða, men nei ikki ordiliga, honum tókti synd í arabarum, sum blivu riknir burtur og harmaðist um, at Sára rak Hagar og Ísmael burtur tann tíð tað var, men  hann dugir eisini at síggja, at ísraelsmenn eru nógv raskari og arbeiðsamari enn arabarar.

Eitt so sera spennandi eyðkenni við bókini er samanberingarnar við Føroyar allan vegin. Best, sum hann lýðir á klokkuljóð í Durham ella Rom, hoyra vit hvalvíkingar spyrja, nær prestur man fara at koma aftur. Og tá ið hann hoyrir sálmasang ella urguljóð, minnist hann pápa sín á spunakrakkinum. Hesin spunakrakkur verður symbol fyri ta gomlu føroysku trúnna og mentanina, sum Viderø hevði við sær allan vegin.

Viderø verður ein ikki liðug við.

 

.

No comments:

Post a Comment