Einaferð havi eg verið á skeiði í bókbinding, einaferð í møblapolstring og einaferð í spinning.
Hvørja ferð havi eg kent meg væl og hugnað mær. Nú eri eg so byrjað sum lærarafólk á kvøldskúlanum, og eg skilji, at frálíka samkoman fríggjakvøldið fyri starvsfólk á skúlanum er tann fyrsta av sínum slag. Tað var sera hugnaligt og væl fyriskipað. Og nokso festligt at vera blivin kollega aftur við Bozenu og Henriettu – ja og mong mong onnur.
Fyrst var fyrilestur um Kierkegaard, og eg má siga, at Jógvan Hansen hevur pedagogisk evni. Tað var als ikki turrisligt, men spennandi. Endiliga fekk eg sett Kierkegaard í eitt horn í heilanum. Havi ofta ætlað mær at lisið hann, men also also tað er tungt. Men fyrilesarin segði, at tað var best at byrja við onkrum løttum sum “Enten-eller”, men eg vildi ikki siga, at tað also var júst tann bókin , sum eg hevði roynt at byrjað við.
Maturin var heilt fantastiskur, lekkur buffet við kjøti og eplum og salati, og omaná var heimagjørdur ísur við frukt – og ikki at gloyma avec.
Stjórin tók ímóti í durunum, og hann segði eisini farvæl, tá ið vit fóru.
Annars má eg taka undir við Arna Thorsteinsson, sum reisti seg upp og rósti fyrisitingini á skúlanum. So fyrikomandi og hjálpsom sum tey altíð eru, skuldu tey verið fyrimynd hjá mongum skúla og kontóri í Havn.
No comments:
Post a Comment