Hesin leikurin er um parlag, um pør. Um menniskjans nattúru, soleiðis sum Strindberg málar hana. Heitið Kravravnar er týðing av Kreditorar, onkur sum eg prátaði við helt, at kravánari hevði verið rættari. Spurningurin er, hvør skyldar hvørjum hvat, og hvat er skuldin fyri, og hvør er vøran ella gerðin, sum skal gjaldast?
Vísir hesin leikurin, at Strindberg var kvinnuhatari, sum altíð verður sagt um hann? Ja tað haldi eg, Tekla hevur oyðilagt tveir menn. Hon hevur sogið alla megi og mansligheit úr teimum, og teir liggja eftir sum tóm hylki. Hon stjelur teirra persónligheit, siga teir. Hon var sjálv sum eitt barn, og teir hava lært hana alt, hon dugir og veit. Afturfyri hevur hon brúkt teir sum fyriklæði - eitt stuttlig køksmynd. Fyriklæðið hevur tú, so at tú dálkar teg ikki, og tá ið tað er skitið, fert tú úr tí, og so er tú púra rein innanfyri. Menninir vóru eisini Teklusa atgongumerki til frælsi – beint tað øvuta av tí sum vit ofta síggja ektaskápið – teir bjargaðu henni úr tí patriarkalska fongslinum, siga teir.
Leikararnir eru fínir. Eg hevði glett meg at síggja Kristinu aftur, og hon sveik ikki, stórt kensluúrval og skjót skifti. Hans er eisini frálíkur sum tann sundurbrotni disillusioneraði Adolf. Hans hevur ein kropsligan plastisitet, sum aftur hesa ferð gjørdi spælið so sera dragandi og óhugnaligt. Adolf roynir at manna seg upp fleiri ferðir, men hvørja ferð fellur hann saman aftur sum ein tvøga. Gustav (Hjálmar) er høvuðsbeistið, gjøgnum meginpartin av leikinum er hann diabolskt óreinur, men so ímóti endanum síggja vit eisini hansara neyð – ella eg veit ikki, um tað var so trúligt, at hann hevur verið so illa fyri í 7 ár…???
Pallur og búnar vóru í topp. Stílreinur pallur, sum vísti tíðina uttan at gera ov nógv av.
Tey hava prentað eina sera flotta skrá við nógvum upplýsingum og myndum.
Leikurin er ein klassikari, og tað er gott, at Tjóðpallurin røkir ta uppgávuna. Men undirhaldsvirðið og aktualitetur vóru ikki, sum ein hevði vónað, tað hoyrdist elli á leikritinum. Hesar longu einrøðurnar við sama pástandi í ymsum líki, ein sera stór avbjóðing hjá leikarunum – bæði honum, sum skal minnast síðu upp og síðu niður og honum, sum skal sita stillur ella óstillur og lurta og brúka andlit og kropp at lurta við. Tað “hendir” so sera lítið í leikinum, hendingarnar eru innan í persónunum, og tað krevur eisini nógv av nútíðaráskoðaranum.
Men drama kemur í endanum á leikinum, skal ikki avdúka her, hvat ið hendir, men leikurin endar sera dramatiskt.
Spennandi uppliving á Tjóðpallinum í gjárkvøldið.
!5.04 Hoyrdi Eyðun Johannesen í útvarpinum í gjár. Sum hann dugir væl at greiða frá essensi í drama, í spælinum, men eg eri ósamd við hann í niðurstøðuni, Nora í dukkuheiminum er ikki lík Teklu, Nora ger uppreistur, Nora greiðir frá, hvat tað snýr seg um, Nora rýmir,
No comments:
Post a Comment