Apr 25, 2015

Flaggdagshald hjá Tjóðveldi

Sum vanligt var tjóðveldiscafé eftir flaggdagshaldið í Havn. Benjamin Petersen spældi og sang, og eg segði nøkur orð.

014

Okkara flaggsøga , sum gongur sjeytifimm (ella nítiseks) ár aftur í tíðina er væl lýst í bókunum hjá NJ Arge og aðrastaðni, so hana fara vit at lata liggja í dag. Vit fara í staðin at hyggja at, hvat eitt flagg ER og hvat tað GER....

”Eitt pinkalítið pinkuflagg at seta ’pá eitt klaver,/Og síðani hvør flaggmaður í knappholi tað ber,/Guðsdoy halloo, hallo Havnin her... ”

Hetta speiska ørindi er yrkt undir krígnum og tað er gamli landslæknin Hanus D. Joensen sum hevur yrkt.

P1060600[1]

Summi fløgg hava nøvn, okkara eitur merkið. Tað er eitt sigandi navn, merki merkir tekin ella symbol, og tað er júst tað, sum flaggið er, eitt symbol. Eitt symbol kann vera ein lutur ella bókstavur, ein litur ein formur, sum stendur í staðin fyri eitt annað, sum umboðar eitthvørt uttan fyri seg sjálvan. Ofta er tað eitt ítøkiligt ting t.d. hjarta ella akker, sum stendur fyri óítøkilig fyribrigdi sum kenslur ella hugsjónir. Eitt symbol virkar ikki, uttan at fleiri fólk eru samd um, at tað umboðar hetta ella hitt. Feløg og felagsskapir hava symbol, og handilsfyritøkur hava symbol. Men eitt tjóðarflagg er tað mest umfatandi symbolið, tað umboðar tjóðina, okkum øll – sjúk og frísk, stór og smá, homofobar og samkynd, konur og menn, vit eiga øll flaggið, eingin politiskur flokkur ella ideologi hevur einarætt til merkið.....so tað fevnir sera breitt, vit eru samd um, at Merkið umboðar Føroyar og tað, sum er føroyskt.

Tá ið eg var barn í fimmtiárunum var rættiliga vanligt á ólavsøku, at menn høvdu eitt pinkalítið føroyskt flagg í knappholinum í reversinum á jakkanum. Tað var sum ein lágmælt játtan ella eitt lágmælt mótmæli. Nú ið x faktor finalan var, veitttraði merkið millum áskoðararnar – ein ovfarakát sjónsk útsøgn, .... og nú skula føroyskir svimjarar svimja undir LEN (evropeiska svimjisambandið) flaggi, sum svimjiformaðurin segði: um tað eru ringar ella bókstavir er eitt tað sama, tá ið tað nú ikki kann vera merkið.

P1060599[1] 

tað kann mann ikki júst kalla framgongd ella menning. Men nú fer løgmaður skjótt á fund við olympisku nevndina – um flaggið ella um umsóknina, sum varð send fyri 30 árum síðani, rættiliga long málsviðgerð, má mann siga.

Eitt rópa tey symbolpolitikk, tað er tá ið symbolsk lógaruppskot/symbolsk lyfti verða førd fram á tingi og brúkt og broytt , uppskot og lyfti, sum ongar veruligar broytingar gera, - við øðrum orðum : vit hoyra lyftini, síggja symbolini og vænta okkum broytingar og billa okkum kanska enntá inn, at broytingar eru hendar. Symbolpolitikkur er eitt slag av snýtipolitikki ella lumpipoltikki.

Symbolpoltikkur er ikki nóg mikið, hann ger ikki veruligar broytingar, og tó......okkurt samband er óivað ímillum symbolpolitikk og veruligan politikk, t.d. útlendingapolitikk ella uttanlandspolitikk. Kanska symbolini vísa vegin - flaggið hevði jú verið til í yvir 20 ár , áðrenn bretar strikaðu Dannebrog á skipum, og hevði Merkið tá ikki verið tøkt at brúka, ja so fingu vit kanska hatta grøna flaggið við hvítum krossi, sum fyribilsflagg....men symbolið var til, áðrenn avgerðin varð tikin, og fólk vóru klár til broytingina.

P1060606[1]

Flaggið er eitt magnmikið positivt symbol, sum vit nýta alla tíðina, - og hóast Merkið ikki enn veittrar á ST høvuðsborgini, skula vit ikki lítismeta tess týdning sum savnandi og eggjandi inspiratión – men samstundis er Merkið eisini tað symbolið sum er best hóskandi at rura okkum við. Nú ein dagin sá eg eitt føroyskt flagg á eini heimasíðu, hugsaði: wau, ein føroyskur internethandil?! Men Shiny.dk hevði Merkið við sum tekin um, at tey útflyta tollfrítt til FR, um tú keypir fyri undir 300 kr., men tey fingu meg at hyggja, reklaman riggaði. Og um vit síggja eitt føroyskt flagg á eini vøru, sum valmøguleika á eini heimasíðu, ella síggja tað á einum borði saman við øðrum tjóðarfløggum er tað so skjótt til at halda okey, fínasta slag, nú er sloppið, hatta slottið er vunnið, men tað er jú ikki veruleikin.........

Útlendingar í Føroyum hevur verið eitt nógv umrøtt evni nú í eina tíð; sum føroyskt lærari hjá summum teirra í nakrar mánaðir havi eg havt høvi at læra tey at kenna, og eri blivin eitt slag av ”serfrøðingi”, sær tað út til,...( og bara tað vísir, at vit mangla serfrøði á økinum). Bæði tíðindafólk, PH.D. granskari, politikarar og løgtingsnevnd hava sett seg í samband við meg viðvíkjandi tilflytarum í Føroyum, og tað er hugaligt, at vilji tykist vera til staðar, at fáa skipað viðurskifti fyri tilflytarar, og eg vóni ikki, at hetta er bara eitt upplop. ...Men í hesum málum munar pyntiflaggið ikki, útlendingamál er donsk, og um so James, Sasiscon og Winda og Siriporn læra seg føroyskt, so verða teirra viðurskifti í Føroyum fyrst og fremst umrødd á donskum í Udlændingestyrelsen.

Tá ið næmingarnir fingu sína váttan frá Kvøldskúlanum, var tað ein serlig gleði hjá mær at síggja fleiri teirra í føroyskum klæðum. 17 ára gamli James úr Filipsoyggjum strálaði í nýggjum føroyskum klæðum, sum nógv eisini sóu í sjónvarpinum. Ikki tað at hann nú ER føroyingur, men hann er villigur at liva og virka í Føroyum á jøvnum føti við øll hini, sum búgva her. Men knappatroyggja og spenniskógvar er ikki nóg mikið. Tað skula skúlatilboð og arbeiðspláss til og opinleiki og góður vilji frá myndugleikum og fólki annars, ... men hann var í føroyskum klæðum, eitt symbol, ein vøkur játtan ella tilsøgn.

NemID er danskt og merkir lættur samleiki (stytt: lættsam)/ ómakaleysur samleiki/ ómakleyst at vísa hvør tú ert og rita inn: tað er eyðkent fyri okkum menniskju, at vit vilja, at alt skal vera so lætt, so ómaksleyst sum gjørligt, og vit gjalda fegin prísin, sum er t.d. 1) yvirvekt og blóðproppur fyri ómaksleysan flutning, 2) børn við talitrupuleikum fyri ómaksleysa skíggjabarnapassing 3) dálkað vøtn og vatnræsi fyri superhvít klæði og ”wait for it” .....3) útflutt vitan og arbeiðspláss av landinum fyri ómaksleyst loginn.

Lættsam, sum bankamaðurin sær sum eina sakleysa, tøkniliga detalju í síni stóru fløktu forrætning – sum bara eitt login, leyst frá øllum øðrum virksemi, er ikki bara tað. Tað hevur kensluligar, tjóðskaparligar og búskaparpolitiskar hjátýdningar. Tað kenst óunniligt, at allir upplýsingar verða sendir av landinum til at goyma á onkrum amerikanskum geyma, og tað er ikki at byggja land at lata sum um, eingin KT vinna er í Føroyum. Nú ein dagin visti útvarpið at siga, at ”mín boks” hevur mist sín størsta kunda, bankarnar; teir fara ikki at nýta ta tænastuna longur.

Eitt annað er, at ein ”lættsam” er eitt, sum vit hava brúk fyri, um tað merkir EIN samleika. Alt okkara lív liva vit við tveimum samleikum/id’um, vit hava øll skulað valt millum grønt og reytt pass, tú veit : ” tað er so nógv lættari.” .....ella føroyskt koyrikort...eeh skalt tú koyra í útlandinum?? Vit hava dupultan samleika, tá ið vit koma í verðina, og lættsam ger vist einki við ta støðuna, tvørturímóti, so er lættsam mestsum klípi í okkara ”tvísam” ella ”dupultsam”.

Ein annar av okkara mongu speisku høvundum Regin Dahl tekur til í eini yrking ”men yrkadagar – halt okkum til góðar vælsignaður - yrkadagar hava vit ikki tíð”, og sipar til, at sunnu- og halgidagar og kanska flaggdagin við - dansa vit gólvleys í spenniskóm og eru rættir føroyingar..men yrkadagar.....

Eg endi við tí ynski, at vit eisini yrkadagar hava tíð at vera føroyingar og virða Merkið og royna at útvega tí fleiri rættindi afturat plássinum á skansaklædningi, klaveri og í knappholi. Eg ynski tingfólkum úr øllum flokkum hepna hond at føra ordiligan poltikk afturat symbolpolitikkinum, nú ið Merkið hevur veittrað í 75 ár. Takk!

015

Trúfastar fjeppur.017

No comments:

Post a Comment