Jul 30, 2015

Ólavsøkuhugleiðingar

Tey føroysku klæðini eru sera væl umtókt nú, “øll” hava føroysk klæði. Hoyrdi Heðin Mortensen í útvarpinum, eg veit ikki , hvussu ofta hann nevndi, at hann fór í føroysk klæði, og at tað var so vakurt  við føroyskum klæðum. Tað er næstan blivið so, at um tú ert ikki í føroyskum klæðum ella “búna” , sum summi siga, so fært tú ikki hildið ólavsøku, sleppur ikki upp í part. Festi meg við fleiri dømi um, at tað er blivið ein tvingsil, ein happingarmøguleiki afturat. T.d. spurdi ein meg á Vaglinum, meðan ólavsøkukórð sang, um Bjarni Restorrf ikki átti føroysk klæði, og tað varð spurt í háðandi tóna, maðurin sum spurdi var sjálvur allur í silvri glæstur.

Ólavsøkudag 15 007

Tað sær svart út. Fagurbláa troyggjan við mynstri  og tann reyði vesturin eru um at vera avrøkt av myrkum og svørtum klæðum, og prestakjólarnir eru eisini so svartir.

Eitt annað dømi er, at tá ið ein familjumynd skuldi takast, smoygdi eitt barn sær burtur, tí tað var ikki í “klæðum”, so hann hoyrdi ikki uppí. Eg meini so við, hvat er tað fyri tvætl? Eg fari aldrin aftur í føroysk klæði, um tað skal vera upp á handa mátan! Gangi í “sivil” í samhuga við øðrum í sivil. Júst tað sama er í føroyskum dansi, snobbarí og tvætl, tað ber væl til at dansa í vanligum klæðum, eisini høgtíðsdagar. Sjálvandi skula tey, sum vilja fara í føroysk klði, og tey sum heldur vilja vera í onkrum øðrum, gera bara tað.

Ólavsøka2015 024

Tvær prestarøður vóru í Havn um ólavsøkuna, báðar av kvinnu. Marjun Bæk helt røðu í Vágsbotni, tá ið Gay Pride var, og Ann Dahl Hansen var í Havnar kirkju ólavsøkudag. Gott at tolsemi er so langt komið, at kvinnur fáa verið prestar. Sera ólíkar talur, má eg siga. Onnur talaði um, at Gud elskar øll menniskju uttan undantak, og bíblian er ein bók ikki ein gudur. Hin tosaði um, at ein skal fornokta og gloyma seg sjálva, enntá hata síni foreldur og elska Jesus. Eg plagi altíð at hefta meg við, hvørjum prestar biðja fyri, minnist tá ið eg fyrstu ferð hoyrdi prest biðja fyri teimum, sum verða “forfylgd vegna kyn”. Ann bað fyri børnum í móðurlívi, og so bað hon fyri Ísrael, av øllum londum í heiminum. Ikki fyri Syria, har kríggj valdar og ikki fyri afrikanskum londum, har tey hava stórar trupulleikar.

Sera ólíkar talur.

3 comments:

  1. Sera áhugaverdar hugleiðingar, Bergljót...fær meg at hugsa um, hvussu fræls og rúmlig vit í veruleikanum eru í sinninum og huganum, tá saman um kemur.. Sum einstaklingar? Sum fólk?...spell at standa og hugsa um klædnadragtina hjá dirigentinum, heldur enn at lýða á flotta arbeiði hann hevur skapt við einum so stórum kórið....aja, spurningurin er so, hvør fekk eina ríkari løtu við Tinghúsvøllin, tú ella tann "silvurglæstri" :-)

    ReplyDelete
  2. This comment has been removed by the author.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg eri fullkomiliga samdur við tær í tí, sum tú skrivar. Satt at siga havi eg lagt merki til hendan sama hugburðin og hann er als ikki dámligur, hann líkist fasismu. Eg ætlaði at keypa mær føroysk klæðir, men nú eri eg komin í tvístøðu, tí tað skal als ikki verða so at siga tvingsul at ganga í ávísum klæðum á ólavsøku. Hesir løgnu hátíðardagar áttu at fingið navnabroyting, tí at hátíðarhalda ein norskan kong gevur als onga meining í dag.

      Delete