Oct 29, 2011

2-7-18-32

Hatta er ein løgin tabell.  Tvey vórðu sjey, sum vórðu 18, sum vórðu 32. Nummar 32 sæst á myndini her. 7 er meiri enn 3 ferðir so nógv sum 2, men 18 er minni enn 3 ferðir so mikið sum 7;  3 ferðir 32 er 96Smiley

Eg eri 8 ferðir omma og 24 ferðir ommu- ella abbasystir. Í dag fyllir Elin ár, Firouz segði at nú skuldu øll siga frá sínum eitt ára føðingardegi. Lív segði, at eg var í nýggjum kjóla, sum mamma hevði bundið..eg hevði viljað, at eg mintist tann dagin. Átta av hesum 32 vóru í føðingardegi hjá Elin, flott kaka og bollar og alt hittSmileySmileySmiley; 3 av teimum sjey og seks av teimum 18Smiley307286_2471004571131_1132869139_32863836_2021725939_n

017

020

023

Oct 27, 2011

Bara tvEir dagar Eftir!

Tað Er so spennandi , tá ið tað Er val; so fEstligt; í dag fingu vit karamEllir á lærarastovuni frá D; og E var Eisini og tók í hondina á okkum; tað hEvði vErið stuttligt at tippað ymsar bygdir, t.d. Hattarvík : A 4 og C 2; Ella hvussu man vEra har úti ? Eg haldi næstan at fólkaflokkurin eigur summi hús, ja kanska øll; Eitt A valEvni er so úr Uppistovu, so tað Er kanska nóg mikið til at A fær 6 atkvøður í Hattarvík. Dalur : C 15; E 2…nú Er tað tað, um sandoyggjafólk Enn trúgva tunnilsprátinum…tja.

E haldi at E’ið hjá Bjrørt er so flott, so eg tók eina mynd av tí8. Og Bergtóra hevði ´sum ein ítróttarstjørna sítt navn á stjørnutroyggjuni. E fEgnist um, at so nógv konufólk Eru so sjónlig í landlagnum, vónandi sæst tað aftur í løgtinginum.

016

 

005

 

017

Barnadansur–”og sjálvur skal eg tað føra”.

Dansifelagið Tøkum lætt hevur barnadans mikukvøld kl. 7 til 8. Í kvøld var tað eg, sum skuldi lesa søgu, Turið las fyrru helvt av Lítla Sjúrði á látrinum seinasta mikudag, og nú segði eg so seinnu helvt. Søgan er nokso langrøkjut til børn, so vit hava stytt hana nokso fitt. Pápi segði sjálvur, at tað mundi vera ellisbrek, at hann var so orðaríkur. Hann var gamal, tá ið hann skrivaði um lítla Sjúrð á látrinum. Føroyskur dansur er nakað sum føroyskar bygdir, tær fara nokk at doyggja út, men vit vita ikki nær. Tað er ein long tilgongd, og enn dansa børn, hóast summir sangir eru hópin langt burturi frá teirra gerandisdegi. Vit kvóðu “Tá eg verði stórur”, tann garpurin gleðir seg at sleppa at síga í berginum og seta línu niður. Ná, nógvar gentur vóru í dansi, og vit kvóðu eisini um at fara í barnagarð og Andrass dunnu. Børnini eru so hugagóð, at tað er ein fragd at síggja og hoyra.

batnadansur 007

batnadansur 014

batnadansur 015

Oct 25, 2011

Kensluvirði

Var inni hjá einari gamlari konu í dag. Vit sótu í køkinum og fingu okkum drekkamunn, meðan vindurin skrykti í tríggjagreinar uttanfyri vindeygað. So fall prátið á søvn, listasøvn og fornminnissøvn, vit tosaðu um kirkjubøstólarnar og annað. So var tað, at hon vísti mær ein fornan grip og eina málaða mynd. Vektin er frá tíðini stutt eftir einahandilin, og myndin vísir útsýnið av Kirkju í Fugloy. Gamlar løtur fløða upp á minnisins strendur hjá tí gomlu konuni, og eg sleppi at sita undir.

 

 

 

 

 

003

 

 

006

Oct 24, 2011

Líður meðan skríður

Var ein túr til gongu í gjár, nýtt er tað , ið sjáldan sker. Gekk mær fravið húsunum á Suðuroyarvegnum, teir eru í ferð við at stoypa. Heystarlitirnir sóust allastaðni fram við vegnum. gg 001

gg 002

gg 003

gg 005

gg 009

gg 010

Oct 22, 2011

Bindibrunsj

Er hatta eitt nýtt orð? Líka mikið, tað er ein nýggj familja í einum nýgjum heimi. Stovugildi og bindiklubb ein leygarmorgun, hvat kann vera betri. Faktiskt skuldi bindiklubbur altíð verið á morgni, tá ið tú frísk og úthvíld hevur orku at hoyra og lata tað nýggjasta nýggja. Nú er sjálvandi val og valevni á skráni, hvat vit hava sæð í miðlunum, íroknað facebook. Deiligt at síggja tykkum, spell at onkur manglaði. Stuttlig gitikapping kundi verið, hvør eigur hvørjar stokkar her?

bindibrunsj 008

bindibrunsj 009

bindibrunsj 010

bindibrunsj 011

bindibrunsj 014

Simona, Laura og Lív Rósa

 

bindibrunsj 015

Mathias og Viktor

Oct 21, 2011

List leygardag

Í dag gekk leygardagstúrurin fyrst á Heystframsýning, og síðani í Gallarí Fokus. Heystframsýningin var góð, onkrir gamlir travarar, sum mann ikki tímir at síggja, men nógv nýtt og flott eisini. Hansina hevur alla tíðina ein nýggjan pensil, og Hjørdis er original, hesa ferð var sjónarringurin so skeivur , at tú fekst sjóverk. Ja, hon hevur nokk málað umborð á Teistanum. Eg elski Torbjørnsa impressionistkendu málningar, hasin Tummas Jákup er eisini ein stuttligur teknari. Úti hjá Amariel var Archibald Andreasen við myndum av Hanus Jo

hansen, bara Hanus á øllum veggjum. Hanus og hárið, góðar myndir av einum serstøkum persóni. Hoyrdi har úti, at Hanus hevur sjálvur keypt allar myndirnar. Hanus var har úti við gittarinum.

006

007

008

009

 

011

012

Oct 20, 2011

Bókacafé og valcafé

Nú er so inn at hava samkomur á kaffihúsi. Í kvøld var ein slík í Baresso í SMS. Fyrst á skránni var upplestur, Sólrun Michelsen las tvær søgur úr savni sínum “Rottan”. Hon lesur væl, men spell, at eitt ball var samstundis í Burger king, eftir óljóðinum at døma vóru tað 20 ungir menn, sum flentu í senn. Síðani hevði Turið, systir eina framløgu um søgurnar hjá Sólrun og tær í savninum hjá Firouzi Gaini, Horvnir menn. Turið segði nøkur orð um, hvat eyðkendi søvnini, og nevndi onkran ólíkskap teirra millum. Síðani las Gunnvá Zachariassen úr bókini hjá Sofi Oksanen – trý brot. Og síðåani las/spældi hon brot úr tí føroysku yðingini, sum skal á pall í november. Hon dugir so væl at lesa, tað var óhugnaliga væl lisið/spælt. Vit gleða okkum til leikurin kemur. Kári Árting endaði við eini framløgu um, hvat eitt gott boð er upp á vetrarins topp 10 lista av útlendskum bókum.

untitled

images

 

Aftaná fóru vit á Hvonn, har EEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEE hevði samkomu, har var nakað av fólki. Men tey vóru nokso móð, tí kvøldið var liðið so mikið.

Oct 19, 2011

Út at stjala ross

Bókstev var hjá Ásvør í kvøld, bókin var virðislønta norska bókin “Út at stjala ross” hjá Per Petterson. Mær dámar hana øgiliga væl. Eg haldi tað er ótrúligt, at man kann skriva so róliga og hugnaliga í so hugnaligum umhvørvi við so týðiligum misljóði undir. Ein ófrættatóni, sum er har, men tú fært illa peikað á, hvat akkurát ger hann. Samskifti millum persónarnar er eitt tema, sum ger ein stóran part av bókini, nei tað vantandi samskifti. Tróndur og pápin, foreldrini hjá Jón, einsamøll menniskju í tí veldigu vøkru náttúruni.  Eitt ummæli, eg fann, ber Per Petterson saman við Ernest Hemingway, áhugaverd samanbering. Ásvør hevði gjørt súpan, sum hóskaði so óføra væl til henda ársins fyrsta kavadag. Sum vanligt prátaðu vit eisini um alt møguligt annað enn dagsins bók. Tær lesa so nógv, so aðrar bøkur og filmar verða ofta havdar á lofti.stjalaross

Oct 18, 2011

Pílagrímur ella landastrok?

Havi verið til serstakliga áhugaverdan fyrilestrardag í dag. Námsfrøðiliga nevndin í okkara skúla hevði lagt til rættis ein dag við fyrilestri og samrøðu við Hall Thorsteinsson. Stuttligt at síggja Hall aftur, minnist hann sum barn, tá ið Durita plagdi at hava hann við sær onkuntíð. Hallur dugdi sera væl at leggja tilfarið fram, so at tað gjørdist áhugavert og viðkomandi. Hann brúkti ikki handrit og hevði passaliga lítið av smartum pp myndum. Yvirskriftin sipar til munin millum ung fyrr og  nú. Fyrr vistu tú, hvat málið og endamálið var, og tú skuldi bara halda ta leiðina sum ein pílagrímur. Í dag verður tað væntað av teimum ungu, at tey velja mál, endamál, háttalag og alt. Fyrr hevði tú í nógv størri mun ein felagsskap aftan fyri teg, nú er alt títt lív, tín útbúgving tín framtíð tín egna verkætlan. Frælsi at velja, hugsa vit, men tað fylgir ein so stór ábyrgd við hesum góða valfrælsi, at tey ungu hokna undir byrðuni, áðrenn tey eru komin í gongd næstan. ÁFEL var eitt  hugtak tey funu upp á fyri nøkrum árum síðani: ábyrgd fyri egnari læring.

Hallur greiddi frá teimum vanligastu sálarligu trupulleikunum, sum raka ung. Sera tankavekjandi og avgjørt nógvat arbeiða við, serliga hjá lestrarvegleiðingini.

005

Oct 16, 2011

Sunnukvøld í moll

Í dag fór Jórun til gravar, Jórun Arge. Vit kendust, gingu í kvøldskúla saman í fjør. Til spinning, Jórun bant upp á ommubørn. Jórun var so skemtingarsom, dugdi væl at svara aftur og fáa skemt burturúr. Og hennara látur var so ringjandi og ljósur. “Skjótt er Harranum um”, hon var bara 65 ár. Útvarpslýsingarnar við andlátum eru so syrgiligar. Skjótt torir mann næstan ikki at lurta eftir teimum. Vit mintist Jórun í Tøkum lætt í kvøld, hon var limur har.  Myndina havi eg tikið av Google, myndaleiting.

Jorun

Oct 11, 2011

Ein ektaður Jóanes

Dali okt 11 041
Hugaligt at ein spildurnýggj skaldsøga sær dagsins ljós. Vit høvdu frætt, at hann var í ferð við eina, spekulatiónir um, um hon mundi vera indiskt inspirerað, spekulatiónir um hon mundi fara at vera góð at brúka til undirvísing. Og tá ið tú hoyrdi navnið Brahmadellarnir, Brahma....tað ljóðaði indiskt, og orðið er indiskt (s.192) Men... Brahamadellarnir eru úr Havn.
Søgugongd
Bókin er í 5 pørtum og fevnir um 150 ár. Hon byrjar og endar í gamla kirkjugarði í Havn í 1995. Søgan fylgir tveimum familjum, familjuni hjá Tóvó og Eigili Tvibur, hvørs gøtur krossast upp gjøgnum tíðina. Søguligir persónar eru eisini í bókini, sum Løbner og Napoleon Nolsøe.
Fyrsti partur er um meslingaepidemi í Havn í 1840unum, fólk doyr, og smádrongurin Tóvó og langabbi hansara Tóvó verða presenteraðir og eru høvuðspersónar. Annar partur gongur fyri seg í Suðuroy. Tóvó býr á Tvøroyri hjá Napoleon Nolsøe, lækna, og Niels Tvibur giftir seg til eitt festi í Sumba. Tóvó er raskur og mennist og lærir, bæði um jarðarbrúk og kynslív, m.a. fær hann at vita, at mamma hansara varð neyðtikin, og lesarin fær at vita, at Niels Tvibur yndaði mammu Tóvó. Tá ið hesin parturin endar fer Tóvó frá Pola, út at liva sítt egna lív. Triðji partur fer fram í havn. Vit nærkast nú aldarskiftinum1900. Persónarnir eru nú eisini myndugleikarnir í Havn, lýstir rættiliga neiliga, eitt degenererað slag, sum nørir at sær. Í eini skaldsøgu eftir Jóanes Nielsen vænta vit okkum nakað um politikk, og tað fáa vit eisini, bæði alment samfelagsligar viðmerkingar og hendingar, sum beinleiðis hava við arbeiðarapolitikk at gera. Eg sipi sjálvandi til kapitlið Thorshavns Arbejderforening. Høvuðspersónur er Tóvó, sum saman við Sámali á Kák, t.orir at mótmæla og krevja arbeiðsmanna vegna. Hetta endar vanlukkuliga fyri Tóvó. Fjórði og fimti partur eru um Eigil Tvibur, og hendingar fara fram nærri okkara tíð. Eigil er rithøvundur, vit sleppa eisini at lesa okkurt , sum hann hevur skrivað, og søgan um lorthundin er ótrúliga ónosslig og ekul, og deymurin er øgiligur, men sjálvandi – tað er eisini ætlanin. Eigil er býráðspolitikari, men sum hjá Tóvó, so kemur fortíðin eftir honum, hann verður ikki dømdur fyri nakað, men hansara tíð sum politikari er av. Mamma Eigil er ein beisk kvinna, hatar Sumba og sumbingar meiri enn hin versta, lesarin fær so eisini at vita hví.
Orðalag og stílur
Teir flestu persónarnir í søguni eru grovir í orð og tal, nógvir fúlir og ófantaligir. Konufólk og mannfólk. Men tú venur teg við tað, meðan tú lesur. Eg bleiv nokso kløkk, at Karin – tað er daman hjá Eigili – spyr Eyðun Winther , hví føroyingar ongantíð skriva um gott gamaldags mogg, tað er næstan so, at tú blúgvast, kona Eyðun er eisini nevnd, so at vit kenna hana. Eyðun Winther verður so at siga gjørdur partnari. Smakkleyst, ella á markinum til smakkloysi. Og samanberingarnar og orðablómurnar eru altíð tiknar niðan fyri beltið. Sum eg lesi tað, so ger tað bókina minni realistiska, tað verður til eina verkætlan um at skriva lágmál og lýsa hendingar, sum fara fram á t.d. vesi. Luktisansurin verður nógv tikin í brúk: lukta av reyv í báðum endum, av kyni, lukta rotið osfr. Fútin hevur tann óvana, at hann luktar altíð sínar egnu fingrar, og Tóvó heldur seg vita, hvar teir fingrarnir hava grópað.
Sera nágreinilig og stuttlig er lýsing av høviskari ást, har bæði longd og tjykt og luktur eru vandaliga skrásett. Tann søgan er um ta 22 ára gomlu Henriettu, sum fer við einum sera høviskum offiseri, sum á høviskan hátt tekur hana og sera høviskliga biður um umbering.
Jóanes hevur alla sína høvundstíð viljað brotið tabu, vit minnast kvinnuna í berum fyriklæði og hina í berum hárbandi og ta ferðina, tá ið kloakkirnar í Havn fløddu inn í Joto á Áarvegnum. Men tað eru minniligar bøkur, og hvussu nógv onnur hava lýst hesi tingini í føroyskum bókum? Ikki mong, so tað er, kunna vit siga, Jóanesar lutur at gera júst tað.
Eitt nýtt modernað stílbrigdi, sum Jóanes hevur tikið upp, er at brúka tekstir hjá øðrum innan í sínum egna teksti. Hans J. Debes og Christian Matras verða brúktir sum keldur til at lýsa Pløyen , og D.P. Danielsensa forherligandi lýsing av Pløyen í “Hvørt við sínar náðir...” verður eisini nevnd, men síðani hevur Jóanes Nielsen so aftur eina aðra keldu, sum vísir, at Pløyen var ikki guds besta barn. Pløyen er ein sera nógv umrøddur persónur í Føroyum og í føroyskari søgu, kend er hetlandsferðin hann gjørdi, sum gav honum íblástur til allar møguligar batar í Føroyum. So Jóanes Nielsen brúkar henda figur, men ger sær sín egna og brúkar sjálvandi tær keldur, sum eru. Tað er, sum um rithøvundurin letur lesaran fáa research partin til skaldsøguna saman við skaldsøguni.
Grøvin í gamla kirkjugarði hjá Napoleon Nolsøe er byrjan og endi í søguni, eisini her eru keldur tiknar fram at lýsa mannin, Ole Jacobsen bókmentafrøðingur og Árna Dahlsa bókmentasøga. Spurningurin er um, Napoleon Nolsøe lækni helt sítt læknalyfti ella ei, um hann hjálpti føroyingum nóg væl í meslingaepidemiini. Satt at siga er tað í mínum eygum ella oyrum nokso troyttandi við so nógvum søguligum tilfari innan í eini skaldsøgu, um tað er søga, eg við lesa, so lesi eg søgubøkur. Ei heldur vil eg spæla detektivur til at kanna, hvat nú er Jóanesar egna hugflog, og hvat er “sannheit”. Men tað hevði kanska verið eitt gott verkevni at givið næmingum?
Men ikki alt er grovt og rátt.Tá ið Niels Tvibur og Tóvó hittast á Tvøroyri, og Niels ætlar at geva Tóvó húsini í Bringsnagøtu, fáa tær innastu kenslurnar í Nielsi útrás. Eisini sambandið millum Pola og Henriettu, eftir at hon er blivin einkja, er sera mildliga lýst. Jóanes dugir eisini at skriva um heitar kenslur og vakrar tankar, hóast tað er longri ímillum tey brotini enn tey við ókvæmisorðum. Til dømis eru fleiri dømi um, at tað verður sitið uppi yvir einum doyggjandi menniskja, hetta eru stillar og djúpar lýsingar av sorg.
Jóanes høggur til høgru og vinstru, allir teir politisku flokkarnir fáa sítt, tað, hann sigur um sjálvstýrisflokkin, er áhugavert, nú ið tann flokkurin er um at fara í upploysn. Rithøvundafelgaið fær síni seksogtrýss, tað gamla stríðið millum “professionell” og áhugafólk verður skitserað. Nokso grovar lýsingar av limalistanum í felagnum.
Fólk verða nevnd við navni, eitt nú Poul Michelsen, sum verður lýstur sum borgarstjóri í Havn, og her fáa vit at vita upprunan til Framsókn, sum nú fer at stilla upp til løgtingsval: tað var Eigil Tvibur, sum bar upp á mál við Poul Michelsen , at ein slíkur borgarligur anarkistur mátti tikið eina uppgerð við sín flokk og teirra málgagn Dagblaðið.
Heitið - Myndir
Brahmadellarnir eru ein ætt í Havn, sum dugir gand. Nógvir føroyingar eru fullir í pátrúgv og ræðast ella virða slagið, hin vegin verður tað eisini brúkt ímóti teimum sum ókvæmisorð og í ákærum.
Myndirnar hjá Rannvá Mortensen hóska sera væl til søguna. Kropslutir, innvølir. Toskarhøvd, sum líkjast murtahøvdum. Og so litirnir, bara grátt og reytt, blóðreytt, sum í einum nalvastrongi, ella einum bankandi hjarta. Passaliga abstraktar til at lesarin sleppur sjálv at finna eina meining, men ikki so løgnar, at einki høvd og eingin hali er á. Kom at hugsa um Kvium, nú ið øll hava upplivað Kvium í Norðurlandahúsinum.
Bókin er góð.

Oct 6, 2011

List og úlvareklama

Í gjár vóru eg og Turið til framsýningina ø-design í Mullers pakkhúsi og sjósavninum. Tað var sera flott, pakkhúsið er ein fín ramma um framsýningina, við grótveggjum og viðarbjálkum, sum hóska til tað natúrtengda tilfari, sum verður víst fram. ì sjósavninum kappast fagrir fiskar við fangandi formar fordómsleyst í fiskabúrunum. Í nógvum førum spegla listin og náttúran hvørja aðra perfekt, og krabbar finna sær býli í Guðriðsa leirhúsum. Eitt frálíkt hugskot at hava listaframsýning har úti.

Hin parturin av yvirskriftini í hesum bloggi er upphugsað av vindeygunum hjá Vero Moda í SMS. Allar konurnar - ella plastikkdukkurnar – í vindeygunum eru úlvar, ella tær hava úlvahøvd, og summar teirra fara leiðandi ein úlv. Sjálvandi fóru tankarnir sína vanligu tulkingarrundferð: varúlvur, vandamikið, kvinnur eru vandamiklar, kvinnur elska at liva lívið farligt, vilja hava ráar menn, vilja vera ráar sjálvar. Eru úlvar um náttina og kvinnur um dagin….Eg fór so inn í handilin og spurdi, hvat tann djypra meiningin við vindeygaskreytinum var. Ja, tað var Vero Mooda ketan, sum ornaði, at tað skuldi vera úlvar. So spurdi eg, um nøkur tulking fylgdi við dekretinum, man tað ikki vera… smart …rátt…pelsar.. nú kemur veturin…, svaraði hon. Tja..eingin av kvinnunum var í pelsi, tvørtur ímóti, fleiri vóru bara í einum undirtroyggjutoppi. Creepy.

IMG_0460

IMG_0464

IMG_0467

IMG_0470

IMG_0473

IMG_0475

IMG_0476

IMG_0478

Oct 4, 2011

Næstan liðug við bókina

IMG_0456Øvrigheitin í Havn, fútin og handilsmaðurin eru standardpersónar í føroyskum bókum. Og teir eru somu bakbeistini, sum teir plaga. Føroyingar eru mansliga harðligir, grovir í munninum, men gera ikki uppreistur lata seg vinda um lítlafingur. Høvuðspersónurin Tóvó er undantakið, og hann er ein brahmadellur. Nei, einki indiskt er ordiliga í bókini. Ein williamskur ráki gongur at nøvnum og ramsum og gandahugna. Men annars er bókin ein ektaður Jóanes! Og øll, sum sum elska hansara kontanta óborðbæra málburð, kunna gleða seg. Síðsti partur er í nútíðini, 1988, og har finna vit eitt yvirlit yvir íløgur í Tòrshavnar kommunu. Eg eri ikki heilt liðug at lesa hana enn, men summir partar eru heilt góðir. Ørkymlandi, at afturbent fornavn sær/sín er púrasta skeivt brúkt ógemeina nógvar ferðir. Sum kunnugt vísir sín aftur til grundliðin í setninginum

Oct 3, 2011

Nógvar í senn

Hvussu nógvar bøkur ber til at lesa í senn ? Í løtuni lesi eg 4 ella 5, tað er kanska óseriøst. Tvær teirra lesi eg umaftur, eina svenska og eina afghansk/amerikanska, tí tað er skúlaarbeiði, og tað er Sisyfos arbeiði,  og so lesi eg ta nýggju hjá Jóanesi Nielsen og Freedom hjá Jonathan Franzen. Oy nú gloymdi eg eina, hon er norsk. Kanska tað er ein grund til, at eg havi ilt við at blíva liðug við bøkurnar. OK, bøðilin hjá Pãr Lagerkvist eri eg liðug við fyri 3. ella 4. ferð. Hon er virkuliga hugtakandi. Kanska Barabbas og Jesus eru sami persónur, tvær síður av einum menniskja. Bar Abbas. Abba. Faðir.barabbas_largeSynd er í menniskjunum. Leita og leita og lítið on einki tey finna.

 

Eitt heilt annað: óluksáligt sum næmingarnir duga væl enskt, tey lesa alt millum himmal og jørð á enskum og leggja tað fram í flokkinum, eg eri virkuliga imponerað. Bæði 1. s og 3. s høvdu framløgu í dag. Í fyrsta flokki var tað um Boara kríggið, Hiroshima bumbuna, ístíð og steinøld, rósukríggini í Bretlandi og sponsku inkvisitiónina.  Í triðja flokki var tað meiri tekstbundið, um eina søgu – men eisini alment sum religión mótvegis vísindum. Báðir flokkarnir høvdu alnetið sum sína fremstu keldu. Í øðrum flokkinum komu vit eitt sindur inn á miðlar, hvussu heimsumfatandi eru teir í grundini? it sita í Evropa, og tá ið eg reiki á netinum, komi eg aldrin inn á muslimska propaganda ella kinesiskar heimasíður – ikki at eg dugi arabiskt ella kinesiskt. Mentað verður altíð sagt, onkuntíð hóttandi , at hetta er WORLD WIDE. Eg haldi okkara útsýni er nokso evropeiskt ella enn trengri.