Oct 31, 2013
Vágaferð
Oct 27, 2013
Húsið við moskuna eftir Kader Abdolah
Bókin er upprunaliga skrivað á hollendskum, og høvundurin er iranari, sum býr í Delft Hollandi. Hann rýmdi úr landi sínum í 1988 eftir at hava verið í mótstøðurørslu fyrst ímóti Shastýrinum og síðani ímóti Khomaini stýrinum. Navnið Kader Abdolah hevur hann tikið eftir tveimum vinmonnum, sum vórðu tiknir av døgum.
Bókin er um iransku kollveltingina í 1979, tá ið prestastýrið koyrdi shahin frá, flestallir iranar vóru glaðir, at tann amerikanskt stuðlaði shahurin bleiv frákoyrdur. Ayatollah Khomeoini lovaði demoktatiskt stýri og nógvar góðar broytingar, men tað sum kom í staðin fyri shahin var sharia lóggáva, kúging, muslimsk krøv til klæði og skúla osfr. osfr. Bókin byggir á veruligar hendingar, men er ein skaldsøga og persónarnir eru skaldsøgupersónar, men í viðtali við hollendska sjónvarpið, sigur høvundurin, at hann hevur mist bæði familju og vinir í teimum blóðugu samanbrestunum. Hóast skaldsøgan er skrivað á realistiskan hátt, hevur hon tó ævintýrligar partar, t.d. tann um paradísgarðin, sum sonur Aga Djan er grivin í og lívið har á garðinum í friði og ríkidømi.
Fyrsta kapittul í bókini er um meyrur, eina meyrugongu, milliónir av meyrum, sum ganga á rað sum ein herur. Til at forða meyrunum at koma inn í húsið lesur Aga Djan, okkara høvuðspersónur, eina suru úr Koranini, og tað hjálpir. Hóttanin fellur burt í fyrstu syftu. Myndin minnir nógv um myndina hjá Oddvør Johansen í “Tá ið eg havi málað summarhúsið”, tá ið øll krabbadýr í Føroyum fara til gongu á havsins botni, tí ein ódn er á veg, ein ódn, sum menniskjuni hava ikki varnast enn. Somuleiðis er ein politisk ódn á veg í Iran.
Aga Djan – formaður húsins og moskunnar. Hetta at lesa úr Koranini er ein høvuðstráður í skaldsøguni, alt kann lekjast og greiðast og skipast við at finna ta røttu suruna. Aga Djan er trúgvandi maður, og bókin lýsir hansara trúgv positivt, hann er ikki ekstremur, hann passar sítt hús og sína mosku. Aga Djan er teppihandilsmaður og teppini verða nógv umrødd, teirra mynstur og litir umboða persiska mentan, tá ið hon er best. Aga Djan er ein virdur maður, hevur samband við myndugleikar og kann greiða flestu fløkjur, hann trýr upp á tað góða í menniskjum, hann fremur aldrin harðskap, hann fyrigevur teimum, sum særa hann. Bert eina ferð sæst okkurt ilt í hansara huga, tað var tá ið hann í loynd gleðist um, at imamurin, sum hevði ‘stolið’ moskuna bleiv skotin. Moskan er miðdepilin í hansara lívi, og hann gleðist, tá ið nógv fólk vitja og okkurt týdningarmikið verður havt frammi í fríggjadagsbønini, soleiðis at hansara moska fær ein týðandi leiklut. Til dømis gleðist hann um mótmæli ímóti shahinum í fyrstani. Broytingin í landinum ávirkar familjuna í húsunum sera nógv, summi gerast trúføst Khomeini fólk, onnur gerast uppreistrarmenn. Aga Djan er eygleiðari og gerst meiri og meiri sorgarbundin, sum hann eldist.
Ekstremisma. Høvuðstema í bókini er ekstremisma, at vit kunna øll gerast ekstremistar, øll fólkini broytast, tá ið rákið vendir. Ófatuligt, at grannin ella grannkonan, sum vóru hampafólk, nú skríggja ókvæmisorð eftir øllum, sum ikki hava skegg, ella sum ganga í biograf. Bólkapress, egingóðska, maktgirnd, hevndarkensla, hvat er tað, sum fær Galgal at gerast fremsti kúgari ella Shahbal at fara í hernað ímóti sjálvum Khomeini ella Am Ramasan at læna bøðlunum sítt esil til ógerningar. Og hvussu nógv muna persónligir eginleikar og rættvísi – sera lítið í Aga Djansa føri.
Tann ideologiski boðskapurin er ikki eintýðugur, bæði shahurin og prestastýrið vóru kúgarar, shahurin rann ørindi fyri amerikanarar, men Khomeinisa trúarfesta stýrið rennur ørindi fyri eina prestaelitu. Fyrri partur av bókini er um vestanpropagandu og harðskap mótvegis muslimum, og seinni partur er eisini um harðskap bara hin vegin. Í fyrra parti eru stórar plakatir at síggja við mynd av shahinum og í tí seinna við mynd av Khomeini.
Mentan. Í størri mun enn í teimum báðum bókunum hjá Orhan Pamuk, sum eg havi lisið, fæst innlit í mentan, religión og gerandislív í einum muslimskum landi. Húsið við moskuna hevur 35 kømur, har býr ein stór familja, tænastufólk og moskuarbeiðsfólk. Tvær ommur eru har, tær eru ikki rættiliga ommur, men gamlar arbeiðskonur. Tær hávirða immamin og ganga honum til handar, tær eru vinkonur og skiftast um at tæna yrkjaranum í seingini. Tær fara pílagrímsferð til Mekka, tað hava tær ynskt og longst eftir alt sítt lív, tað er rørandi og spennandi at tær fara avstað, tær koma so ikki aftur. Millum húsið og moskuna er ein garður, eitt atrium, sum er partur av inniøkinum, har vaska tey sær áðrenn bøn, og har eygleiða tey fiskar og fuglar, og krákan situr og verjir húsið. Fuglarnir eru fyrimynd til tey vøkru teppimynstrini, men sum tíðin líður minkar sølan nógv, tí at fólk fáa bílig teppi úr kunstevni, tað sama ger seg galdandi við leirlutunum hjá Muezzin. Ein broyting, ídnaðarkollvelting, sum fer fram í øllum londum eisini í Føroyum, men her verður hon samantvinnað við vestanmentan, sum fløðir inn í landið. Stuttligur er parturin um sjónvarp, tað er bannað at hava sjónvarp, men teir hyggja kortini at mánalendingini, hon var í 1969
Harðskapur. Summir partar av bókini eru rættiliga ótespiligir at lesa, tann muslimski dómarin Shabal vísir onga náði og tannn kvinnuligi dómarin Zinat er eisini gróthørð, kvinnur, sum ikki bera turriklæði verða settar fastar og fáa beinini innsmurd í siropp og verða síðani innilæstar saman við kakerlakkum. Fólk verða skotin uttan rættargang og dóm.
-------------------------------------
Ein sera góð og fangandi bók.
Í lesiringinum á Býarbókasavninum 28. okt. varð nógv sagt um bókina. Øll í bólkinum hildu, at bókin er sera góð. Eitt tema, sum vit prátaðu um, var, um føroysk og iransk viðurskifti líkjast - kanska meiri enn vit vilja vera við. Fundamentalisman og bókstavatrúgvin.
Semja var um, at lætt mál ger lýsingarnar livandi og sjálvsagdar, tað hoyrist, at høvundurin hevur innanvitan úr samfelagnum.
-----------------------------
Kvinnurættindi
Henda viðmerking var sett undir eina frágreiðing, har vantandi kvinnurættindini í 10 londum vóru sett á lista, teirra millum Iran. Sum sæst vil viðmerkjarin vera við, at stór framstig eru hend í Iran.
I, myself found this report untrue about Iran. You might find some stupid rules against women rights there as well. However, in practice, women play a vital role in universities, society, and family. Nowadays, our society is going to accept the marriage by love more and more which is unacceptable in most of the countries you mentioned in the report. Iranian women want their rights but they are complaining because of comparison with the developed societies and it is incomparable with arabic countaries. How many girls are studying abroad? For Saudi Arabia it's a joke but in Iran you can end-up to meaningful numbers. I encourage the author to interview with the ladies from these 7 countaries. It doesn't look logic if you see Iran and Turkey in the same color with Afghanistan, and Saudi Arabia, countries in which you can buy the girl from her father.
Oct 24, 2013
Omma fert tú at blogga hattar?
Og ‘hattar’ var henda myndin av Magnu, sum tey hildu var so stuttliga. Magna og Herbert eru stuttlig. OG mamma teirra eisini, vit vóru á Smyrjibreyðskafé (eitt óvakurt orð), smyrjibreyð skal vera ‘smurt breyð’, smyrjibreyð merkir breyð, sum smyr, sum ein smyrjiknívur ella smyrjikona (jomfrú) ja ella smyrjiolja. Anyway, tað var fínt, men ‘dyrlægens natmad’ var ikki so frálíkt í mínum munni, men súpanin hjá Turið var deilig.
Kaffimunnur á morgni saman við Búgva er góður, tá ið tú hevur tíð.
Men nú eru ‘jólabørn’ á skránni, best at fáa gávurnar av húsunum.
Oct 23, 2013
Maður merkir menniskja av kallkyni.
Tað er eitt gott toymi, sum hevur morgunsendingina, tey gera eina fjølbroytta sending við nógvum stuttum táttum, modernað og væl dámt. Máltátturin hevur fingið innivist aftur, hann bleiv spardur burtur fyri einum ári síðani.
Í morgun var evnið kyn og mál, eitt ógemeina áhugavert evni. Ein lurtari vísir m.a. á, at bland er komið í kynsbendingina í dømum sum: Forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at TÆR fara ikki at slaka….tí at starvsheitið er kallkyn, men limirnir konufólk.
Eg eri samd við spyrjaran, at tað skal leitast leingi eftir starvsheiti, sum er kvennkyn. Tey uppløgdu at nevna eru ljósmóðir, barnagenta....vit høvdu nógv starvsheiti við einum kvennkynseftirfesti –inda ella –inna, -kvinna ella -kona sum t.d. lærarinda, sangarinda, arbeiðskona, seymikona og skrivstovukvinna, men tey vórðu útreinsað...um tað var niðrandi fyri kvinnur at vera vaskikona ella fyri menn at vera vaskikona..tað veit eg ikki..eg hugsi grundgevingin var, at vit skuldu hava kynsneutral orð...í mínum huga skuldi orðið so verið hvørkikyn, og tað er so orð sum vaskifólk, ella skrivstovufólk, og eitt orð sum lærarafólk er eisini ella var vanligt. Men tað er ikki nógvur neutralitetur í kallkynsorðunum lærari, sangari, leikari, málari, sniðgevi.
Lurtarin nevnir orðið sjúkrasystir, sum er blivin maður og so allar frøðingarnar, tað tykist sum, at so skjótt sum ein ella tveir menn gjørdust sjúkrasystrar, so mátti orðið broytast, ella so skjótt sum hægri lestur kom uppí, so skuldi kvennkynið burturbeinast. Tað ljóðar ivaleyst neutralt í mansoyrum at hava kallkyn um tað mesta.
Í málfrøði verður tosað um málkyn og lívkyn, og Orðafar, málgagnið hjá málnevndini, sigur at málkynið vinnur í dømum sum hasum hjá lurtaranum, t.e. tað málsliga rætta er ...forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur at....TEIR fara ikki at slaka.
Nei, tíverri havi eg eingi góð ráð, men eg kann siga, at eg akti ikki hasi boðini frá málnevndini, mín umbering er, at vit hava ein nýggjan setning og nýtt grundorð (sum tað eisini er í lurtarans setningi): eg var hjá lækna í dag, HON segði at../ ..hondbóltsspælararnir vunnu tepurt, TÆR eru glaðar - og hetta er fyri at genturnar ikki skula verða nevndar TEIR.../ men um lýsingarorð stendur hjá kallkynsorðinum verður verri, so verður tað lærarin var illur (ikki ill, hóast lívkynið er kvennkyn). Eini ráð kundu verið at brúkt lærarinda og sangarinda, kanska víðka nýtsluna og sagt maskinmeistarinda ella hon er sniðgeva, fyritøkan hevur ein sniðgeva og eina sniðgevu. Vit vita, at tað ber til at gera nýggja orð. Vit hava sernøvnini Rói/Róa og Uni/Una...vit kundu kanska havt starvsheitini ein lækni/stjóri hann- ein lækna/stjóra hon (sum Kirsten Brix skjeyt upp í einum Kvinnutíðindum í 80unuum).
Breiðari høpi
Spurningurin er filosofiskur og ideologiskur líka nógv sum málfrøðiligur. Eitt er at mállæran skal vera í ordan, eitt annað er, at málið skal spegla tað samfelag vit liva í, málið skal eggja kvinnum og monnum til at vera virkin og taka lut og ikki seta tey í bás. Og orðini skula geva gentum og dreingjum fyrimyndir, og hvussu ávirkar tað gentur, at tað altíð er teir í tinginum og stjórin sjálvur, ið tekur avgerðir og verður eftirspurdur. Í Svøríki, sum altíð er frammalaga í javnstøðuspurningum, var fyri umleið einum ári síðani lagt upp til, at eitt nýtt fornavn hen skuldi koma ístaðin fyri hann og hon, so at eingin munur var á gentum og dreingjum. Í Íslandi er eitt orð gjørt til kvinnuligan skúlastjóri : Hún er skólastýra/hann er skólastjóri (orðið verður tó ikki nógv nýtt)
Kjak um kyn og mál hevur fleiri ferðir verið frammi í Føroyum, t.d. í samband við at bókin hjá Kirsten Didriksen kom út í 1986 (Færøerne – sprog og køn). Við støði í kanningum vísti høvundurin á, at føroyskt er eitt konservativt mansmál, og at bæði kvinnur og menn umtala kvinnur sum menn. Bergtóra Hanusardóttir hevði tá eina grein um hesar spurningar, og hon vísti netupp á imperialismuna í málinum,. (sitat) ”....sum beinir burtur starvsnøvn, sum skilja ímillum kynini og mannlig verða sett í staðin, t.d. lærari og frisørur. Hesi og líknandi starvsheiti eitt nú assistentur og tannlækni eitast at vera kynsneutral, men eru tað als ikki.” Hetta var í 80unum, og nú skriva vit 2013. Okkurt er batnað, nógv siga tingfólk, vaskifólk, tíðindafólk. Umboðsmaðurin sigur, at hon hevur einki ímóti at eita maður. Løgmaður er maður………..tja….
Oct 21, 2013
Heystferiu í Dali – projekt fletting
Nú fekk Turið rættiliga sína sak fyri í ár, fyrst var tað við Gjógv, har hon fletti, og Sólrun og Símun rokaðust saman við henni, og so nú í Dali, fyrst sjálv og síðani saman viðBári og Fríðvaldi og Halli, teir báðir síðstnevndu vóru við “fyri at læra”. Nú ið Vitus er burturstaddur var nakað meiri av seyði at fáa lívið av og taka til rættis. Tað var ein stuttleiki at síggja, hvussu væl tað lá fyri hjá teimum. Børnini vóru við, hugdu at og hjálptu til.
Johild er góð í ráðum, so tær báðar prátaðu um rullusteikir og kotelettir og annað, og Johild vísti okkum ásin.
Hevði Hans Marius vitað aftur í verðina, nakað glaður hevði hann verið.
Oct 13, 2013
Hinumegin er mars eftir Sólrun Michelsen
Og so var. Bókin er ólík øllum, sum er skrivað fyrr á føroyskum. Bókin er so hjartanemandi, at eg fekk trega í hálsin fleiri ferðir, meðan eg las. Eg eri sjálv farin um tey seksti, eins og eg-persónurin og havi fylgt bæði foreldrum og verforeldrum til gravar. Men eg eri eisini einkja, sum mamman og havi vaksin børn, sum vitja meg, sum mamman. Tað var hugfangandi at uppliva, at tú kundi identifisera teg við báðar konurnar. Sólrun dugir so væl at skriva um kenslur, at tú slúkar bókina, sjálvt um so gott sum einki hendir. Bókarbygnaðurin hongur í minnunum, sum koma fram fyri høvuðspersónin, vakt av onkrum, serstakliga tá ið hon er og vitjar og hjálpir mammu síni. Á bróstinum hanga myndir og ein ættartalva, mamman kveikir so eisini minnini við at gloyma alt uttan okkurt gamalt, tú mást fara eftir koli, sigur hon við hana, og hey der eru vit í kolakjallaranum, hvar er mamma sigur hon, og frásøgufólkið svarar, at omman er í torvi, og so fara vit í torv.
Kvinnubók. Eg minnist ein tekst hjá Sólrun, har høvuðspersónurin eygleiðir pisufundin og kennir seg bundna av barnavogni og blæuvaski, sum forðaði henni at fáa studentsprógv. Tráðurin verður tikin uppaftur nú ið høvuðspersónurin er í somu støðu aftur, bara við mammu síni. Hetta við prógvi verður aftur nýtt sum ímynd, men nú á meiri filosofiskum støði:
Bókin er ikki feministisk á traditionellan hátt, vit síggja ikki manssamfelagið ella mansveldi avdúkað og umrøtt. Men kvinnurollur eru í miðdepli, og ringrásin í einum kvinnulívi er lýst, so væl og so syrgiliga. Okey eitt sindur av feminismu hómast, sum í frásøgnini um heksirnar, sum hittast og loysa barmabandið og tveita burka og dansa um bálið. (s.15). Eitt útsøgn lík orðataki undirstrikar, at konufólk skal liva og vera konufólk alt lívið: Lat ikki onnur leggja tær moldarroða á kjálkabeinini, meðan tú sjálv enn ert før fyri at busta kinnareytt á (125).Tey eru líkasum komin longri. Sum fólk, ið hava tikið hægsta prógvið, takast kann, og sum nú ró er fallin á. (s.94 um fók sum liggja í kirkjugarðinum)
Orð Áhugavert orð moldarroði. Sólrun dugir væl við orðum, orð sum feigdarfrakki og tykisballón lýsa í tekstinum, og høvundurin hevur eisini áhuga í, hvussu mál verður brúkt, hevur hugleiðing um munin ímillum ‘mamma mín’ og ‘mín mamma’, sum eg annars ikki heilt fái fylgt henni í. Frásøgufólkið og mamman tala saman, men ofta er samrøðan løgin og skilaleys, tær tosa ikki sama mál, men samrøðan er týdningarmikil kortini.
Samfelagsmál verða bert umrødd, sum partur av tí persónligu søguni, t.s. verður listin fleiri ferðir nevndur. Listin? Ja, bíðilistin:
Er nú sloppin á bráðfeingislista til ellisheim. Stendur sum nr. 27 á lista c. (s.90) og s.80Og heimahjálpin verður eisini umtalað, men mamman sigur, at hon hevur ikki brúk fyri heimahjálp, og har er dóttirin als ikki samd. Men einki um politikarar, einki um, at vit eru so fá og smá og langt burtur í Føroyum og einki um eina rúgvu av ymiskum, sum lýtir manga føroyska bók.
Myndamálið Væl útviklað persónligt myndamál ber tekstin uppi. Nógvar av myndunum eru úr konufólkaheimi, troyggja (121), borðtvøga (121), skúra gáttir (100), bláilsi (97), órudd (103), men tær kennast ikki pásetligar ella missionerandi bara natúrligar. Eg skal nevna nakrar myndir og samanberingar, sum eg haldi vera góðar og sigandi:
1. Allir hesir tankarnir…..eins og koppað skordýr, ið liggja á bakinum og sprakla til fánýtis. (103)
2. Mín oyggj lá í lívd av hasi, sum nú er horvin. Nú sæst vestur í hav. Vindarnir kennast longu kaldari. Sjógvurin drabbar. Deyðasinan vendir bak. (138)
3. Men gáttirnar. Gáttirnar eiga at vera hvítskúraðar. Hetta er hennara. Okkurt, sum knýtir í endan á upprakta lívinum, sum var. Sum var alt. Sum var hon. (100)
4. Hvat er eitt lív annað enn ein glitrandi sniglaslóð eftir grønum bløðum og svartari mold, sum næsta ælið skolar burtur? (94)
Huglag og stílur Stílurin er fyrst og fremst poetiskur, men hetta er ikki ein prosayrking kortini, tí søgan um menniskjuni er alla tíðina fremst, men lýsingin er poetisk. Hóast nógv av tí, sum umrøtt verður eitt nú einsemi, deyði, demens, mamman sum ikki kennir hana, og mamman sum er frek og ólátað, og hvat veit eg, so hevur bókin kortini ein ljósan dám, eina skemtingarsama lind, sum bjargar lesaranum hvørja ferð undan tí patetiska ella martýrdóminum. T.d. eru anekdoturnar um ommubørnini so herliga frígerandi, t.d. tann um hestin, sum er ein drongur, ella engibødz, sjálvt tað øra lagið á mammuni kann vera stuttligt, og myndamálið er frískliga originalt. Tað er spell, at ein so tung og bastant og jarðbundin málningur verður brúktur sum permumynd. Men tíbetur er søgan ikki darvað av henni.
Endi Bókin vísir eitt ótrúligt lívsyvirlit og innlit. Høvundurin sær barndóm, ungdóm, manndóm, aldurdóm – alt verður vovið saman við minnum, myndum og kenslum. Lívsgátan verður borin upp enn eina ferð, kanska Sólrun hevur ikki svarið, men tað er í hvussu er eitt gott boð. Sólrun Michelsen er ein av okkara bestu núlivandi høvundum.
Oct 12, 2013
…sum gomul kona í inniskóm.
Yvirskriftin er ein av teimum stuttligu jarðnundnu myndunum hjá Jóanesi Nielsen, hann lýsir Havnina soleiðis. Og tá ið eg og Magna fóru spákandi gjøgnum miðbýin í morgun, skilti eg myndina. Tað er tann seina ferðin, tað góða rytman tíðliga á morgni, allur dagurin er eftir enn. Vit høvdu gott pláss á gongubreytini. Tá ið vit komu til handilsdyrnar var læst, men júst tá kom ein ungur maður og læt upp. Á býarbókasavninum er altíð inniskógvadámur, og kaffið í kaffibarrini er gott. Tey hava utvegað mær bókina, Húsið hjá moskuni, sum lesiringurin hevur fyri. Og í gamla bókhandli keypti eg ta nýggju bókina hjá Sólrun Michelsen, spennandi.
Og Magna er so glað og nøgd, ein veðurhani í nógvum litum fyri 6 krónur er lukkan, tá ið mann er tvey ár, ja og ljósareyður ísur.
