Turið og eg fóru við Norrønu 17. august, og um kvøldið bjóðaði Turið mær á matstovu at eta fínt. Meðani vit ótu, sóu vit oyggjarnar í bakborð.

Í fjør koyrdu vit systrarnar á Vestfirðum, og í ár leigaðu vit ein bil á Egilsstøðum og koyrdu har eysturi. Tá ið vit komu til Seyðisfjarðar, var Inga Rósa fyri okkum, hon var komin við flogfari til Egilsstaða dagin fyri og hevði gist á Havalduni eina nátt. Hon læt væl at tí farfuglaheiminum. Vit fóru í bussi til Egilsstaða og heintaðu bilin á flogvøllinum. Nú byrjaði ferðin, fyrsta bygd, vit komu til var Vopnafjørður, síðani koyrdu vit (meira ella minni av óvart) um Hellisheiði. Tað er eyrvegur, summastaðni nógv grót á vegnum, og hann er í 1000 m. hædd. Brekkurnar eru øgiligar., men so sera flott útsýni.

![]() |
gististaðið á Kópaskeri |

Ísak í Ásbyrgi (Sigurðgeirsson) hevur eina kaffisølu tætt við Ásbyrgi. Hann selur m.a. hesar heklaðu mýsnar, sum kona hansara ger. Nógv fittari enn hesir evindaligu lundarnir.
![]() |
Ásbyrgi er ein so serstøk klettagerð, formað sum ein hesaskógvur, nógvur gróður eisini har í kring. |


Fossarnir eru altíð stórbærir at síggja, fyrst kom Dettifossur og so kom Goðafossur.
No comments:
Post a Comment